Fótbóltur

Tríggjar broytingar á liðnum

Håkan Ericson hevur framt tríggjar broytingar til dystin móti Turkaland, samanborið við byrjunaruppstillingina í Litava. Teitur Gestsson verður í mál.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-25 18:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld klokkan 19:45 spælir A-landsliðið við monnum seinasta dystin í UEFA Nations League í hesum umfarinum, tá Turkaland vitjar á Tórsvølli.

Samanborið við dystin í Litava farna hósdag, sum endaði við javnleiki 1-1, hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson framt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini nú turkar vitja á Tórsvølli.

Teitur Gestsson verður í mál, og verjuna manna Gilli Sørensen, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar og liðskiparin, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, ið er við aftur eftir leikbann, Jákup Andreasen, Rene Shaki Joensen og Meinhard Olsen. Fremsti maður á føroyska liðnum verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum, og klárir at koma inn, eru Gunnar Nielsen, Mattias Lamhauge, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Mads Boe Mikkelsen, Klæmint Olsen, Patrik Johannesen og Pætur Petersen.

Undan dystinum er Turkaland nummar 1 í bólkinum við 13 stigum. Luksemborg, sum í kvøld spælir á heimavølli móti Litava, er nummar 2 við 8 stigum, og á 3. plássi eru Føroyar við 5 stigum. Aftast eru litavar við einum stigi.

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir dystin beinleiðis og FM1 hevur beinleiðis frásøgn á midlar.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder