Stóra steypafinaluvikuskifti hjá hondbóltinum veður 20. - 22. februar við Tjarnir. Skráin er løgd, og greitt er millum annað at H71 verður umboðað í øllum A-finalunum. Bæði hjá gentum og dreingjum.
Greiða skal eisini fáast á, hvørji lið skulu spæla vaksnamannafinalurnar leygarkvøldið 21. februar. Seks av teimum átta liðunum í hálvfinalunum hjá monnum og kvinnum spæla í kvøld; H71 og KÍF spæla fyrru hálvfinaluna í morgin.
Fyrru hálvfinalurnar - tveir teir ovastu dystirnir eru hjá kvinnum (Mynd: HSF)
Fulla skráin sæst niðast
Ilt er at siga, hvussu tætt alt verður yvir tveir dystir, men kanska er H71-Kyndil hjá kvinnunum á pappírinum tættast. Kyndlakvinnar eru tó, sum oddalið í SMS-deildini, at meta sum favorittar.
Tað eru VÍF hjá kvinnum, umframt Kyndil og H71 hjá monnum eisini. Men: Alt kann henda í steypahondbólti.
FM1 sigur hjá dystinum millum Neistan og Kyndil í kvøld. Pætur Nolsøe og Tormóður Petursson Djurhuus vera til reiða á Hálsi.
Eins og í norska høvuðsstaðnum í januar, eru Tormóður P. Djurhuus og Pætur Nolsøe til reiðar við mikrofonirnar á Hálsi í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
----------------------------------------------------
Skráin
Kvinnur:
VÍF - Neistin
H71 - Kyndil
![]()
Menn:
Neistin - Kyndil
KÍF - H71
![]()
Skíggjamyndir: HSF
FM1 fer at siga frá fleiri av hálvfinalunum hesa vikuna. Byrjað verður við grannauppgerðini á Hálsi klokkan 20 í kvøld.
Til ber eisini at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald