
Eftir fýra ár í norskum hondbólti fer Tróndur Mikkelsen víðari. Tað hevur verið greitt í eina tíð, at bakspælarin ikki heldur fram í Kristiansand, har hann hevur spælt tvey tey seinastu árini.
Áðrenn tað var havnarmaðurin í Stavanger í tvey ár - nú gongur leiðin sum skilst til Svøríki og til eitt av liðunum, sum hevur verið í endaspælinum í ár.
Áhugi hevur verið fyri 24-ára gamla føroyinginum ymsastaðni. Sjálvur kann hann ikki siga so nógv um støðuna, men fyri Portalinum váttar Tróndur Mikkelsen, at hann hevur samrøður við “okkurt felag”, og at okkurt væntandi skjótt kemur uppá pláss.
Tróndur skal hósdagin og sunnudagin spæla í tveimum teimum seinastu umførunum í EM-undankappingini. Føroyar eru á gáttini til aftur at koma við aftur og hava møguleika at vinna bólkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald