Annað

Tummas og Moss vunnu

Leygardagin luttóku 17 seyðahundar í kapping á Viðareiði.

Tummas Jacobsen við hundinum Moss og tíkini Mainstay Meg, og Anna Sofía Fjallheim við tíkini Kelly (Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

Tummas Jacobsen við hundinum Moss og tíkini Mainstay Meg, og Anna Sofía Fjallheim við tíkini Kelly (Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

2025-10-26 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tummas Jacobsen og hundurin Moss vunnu í gjár seyðahundakappingina á Viðareiði.

Leygardagin var fyrsta av sjey undankappingum til evropameistarakappingina og heimsmeistarakappingina fyri seyðahundar. Norðoya Seyðahundafelag skipaði fyri.

17 hundar luttóku, og sjey teir fremstu fingu stig.

FM støðan sær nú soleiðis út:

  • Nr 1. Tummas Jacobsen við Moss. 7 Stig
  • Nr 2. Anna Sofía Fjallheim við Kelly. 6 Stig
  • Nr 3. Tummas Jacobsen við Mainstay Meg. 5 stig
  • Nr 4. Sigtór Dam við Saga. 4 Stig
  • Nr 5. Jónstein Petersen við Gripur. 3 Stig
  • Nr 6. Jónstein Petersen við Kvikk. 2 Stig
  • Nr 7. Tóki Berg Mikkelsen við Irpu. 1 Stig

Úrslitini frá kappingini í gjár síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder