2025-11-28 20:15
Spania eru sterkar – tað síggja vit. Tað skulu heilt aðrir bollar á føroysku suppuna, um vit skulu megna at koma nær við at fáa stig í kvøld
Enn einaferð kunnu vit siga, at vit hava klárað okkum væl í verjuspæli, og Rakul Wardum í málinum hevur eisini tikið sítt.
Tað er í álopsspælinum, at tað ikki gongur eftir vild. Spania hevur eisini eina sterka verju, við tveimum stórum og sterkum miðverjum, sum trupult er at koma uttanum.
Eitt er, at vit skulu vera meira trygg í skotroyndunum, men vit hava eisini tveitt ov nógvar óneyðugar bóltar burtur.
Vónandi verða loysnirnar funnar, nú farið er til hálvleiks.
Støðan er 14-11 til Spania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald