20-ára gamla Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe er darvað av hælsinuni og hevur ikki spælt í seinastu dystunum hjá H71.
Javngamla Karin Egholm fór út móti endanum av dystinum hjá H71 í Vági fríggjadagin. Talan var um eitt lítið afturfall í liðbondunum í fótinum, sum hon meiðslaði til venjing dagin fyri dystin móti Montenegro fyri einum mánaða síðani.
Les eisini: Karin hevur beklað
Harvið hava tær báðar yngstu av útispælarunum - ein á hvør sínum vongi á landsliðnum - ikki vant við higartil hesa vikuna. Hópurin savnaðist til venjing í seinnapartin gjár, og hildið varð fram við Streymin í dag.
Les eisini: Myndir: HM-hópurin stríðist við Streymin
![]()
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Karin Egholm til landsliðsvenjing við Tjarnir. Tær hava ikki fingið vant enn í HM-fyrireikingunum (Mynd: Sverri Egholm)
Í viðtalu við 3-2 hjá Kringvarpinum í gjár, staðfesti Claus Mogensen tó, at hann væntar, at báðar verða til reiðar til HM-endaspælið, sum byrjar um eina viku.
Sum skilst sær betri út hjá Karin Egholm, ið fer at venja eitt sindur við í morgin.
Tveir vongspælarar hava verið við til venjingar ístaðin. Talan er um Hervør Niclasen og Joan Johannesen úr ávikavist Neistanum og Kyndli.
![]()
Hervør Niclasen var við til nakrar dystir í undankappingini til EM 2024. Hon er vinstri vongur og millum annað sterk í mótiálopum (Mynd: Sverri Egholm)
Joan Johannesen er tað yngri, og høgri vongurin hjá Kyndli gjørdi millum annað vart við seg til U19 EM í summar
Eftir hagtølunum hjá Handballstatz hevur Joan Johannesen verið besti høgri vongurin í SMS-deildini tveir teir fyrstu mánaðirnar í kappingini (Mynd: Handballstatz)
Bæði Hervør Niclasen og Joan Johannesen standa á listanum yvir føroyska bruttohópin hjá Føroyum, og kunnu tær harvið skiftast inn, um so er, at hinar ikki verða tøkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald