Hondbóltur

Tveir føroyskir toppskjúttar sama Champions League-kvøld

Hetta er ikki komið fyri áður - Óli Mittún og Hákun West av Teigum skoraðu samanlagt 16 mál í útisigrum.

Óli Mittún spældi sín higartil besta dyst fyri GOG í gjár. 20-ára gamli hoyvíkingurin gav PSG høvuðbrýggj í samfullar 60 minuttir (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún spældi sín higartil besta dyst fyri GOG í gjár. 20-ára gamli hoyvíkingurin gav PSG høvuðbrýggj í samfullar 60 minuttir (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-24 12:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysk hondbóltssøga varð skrivað hóskvøldið 23. oktober, tá bæði Fücshe Berlin og GOG vunnu á útivølli í 6. umfari. 

Føroysku spælararnir hjá liðunum gjørdu bart og vórðu toppskjúttar í dystunum:  Hákun West av Teigum við sjey málum av vonginum fyri Fücshe Berlin í Ungarn og Óli Mittún við níggju málum javnsettur málskjútti vð Elohim Prandi í París, har GOG óvæntað vann.

Sí eisini - video frá dystinum: 
Video: - Ótróligi Óli gjørdi sum honum lysti í París
Hæddarpunkt: Hákun stongdi hurðina fyri heimaliðnum

[object Object]
Hákun West av Teigum skoraði eisini sjey mál í sjálvari Champions League-finaluni síðsta kappingarár (Mynd: EPA)

Samanlagt 16 føroysk mál í Champions League-dystunum. Hetta er fyrstu ferð, at tveir føroyingar spæla í somu útgávu av fremstu evropeisku kappingini fyri lið, og føroysku landsliðsprofilarnir síggja út til at trívast væl.

Um vikuskifti hava Hákun West av Teigum og Óli Mittún landskappingardystir, áðrenn sjóneykan verður vend móti Trondheim, har Føroyar næsta vikuskifti aftur skulu spæla stóru EM-fyrireikingarkappingingina Golden League.

Les eisini um dystirnar í gjár:
Hákun West av Teigum toppskjútti og avgerandi í Ungarn
Óli og GOG glógvaðu í París: - Hann er ein gullfuglur

[object Object]
Óli Mittún sær út til at stórstrívast á stóra Champions League-pallinum (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder