Fótbóltur

Tveir nýggir á landsliðinum

Tríggir aðrir hava einans verið við til venjingardystir hjá landsliðinum.

Jógvan Rói Davidsen og Magnus Egilsson (Mynd: FSF)

Jógvan Rói Davidsen og Magnus Egilsson (Mynd: FSF)

2018-08-27 11:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lars Olsen tók út føroyska landsliðið í fótbólti til dystirnar móti Malta á Tórsvølli tann 7. september og Kosovo í Pristina.

Millum teir 23, sum vórðu úttiknir, vóru tveir leikarar, sum aldrin hava verið við á landsliðinum fyrr. Tað eru Magnus Egilsson og Jógvan Rói Davidsen, báðir úr HB.

Magnus Egilsson er 24 ára gamal og hevur spælt allar 20 dystirnar fyri HB í ár. Jógvan Rói Davidsen, sum er liðskipari á oddaliðinum, hevur spælt 18 dystir í Betri deildini í ár, vísa hagtøl hjá faroesoccer.com. Hesir eru við á A-landsliðinum á fyrsta sinni. Magnus hevur spælt 6 U21 landsdystir og verið á øllum hinum ungdómslandsliðinum.

Umframt teir báðar eru tríggir leikarar, sum hava fyri fyrstu ferð eru úttiknir til undankappingardyst hjá føroyska landsliðinum. Tað eru Alex Mellemgaard úr B36, Gunnar Vatnhamar úr Víkingi og Tróndur Jensen úr HB.

Tróndur, Alex og Gunnar hava allir spælt venjingardystir fyrr, men havi aldrin fyrr  verið úttiknir til undankappingardyst. Alex og Gunnar vóru við á venjingarlegu í mars, meðan Tróndur er við aftur fyri fyrstu ferð síðani 2016.

At Tróndur er við aftur fyri fyrstu ferð síðani 2016 er óivað eitt úrslit av góðu gongdini hjá HB í ár. Tróndur hevur verið partur av drívmegini hjá HB, har hann hevur spælt 1774 minuttir í teimum 20 dystunum, sum HB hevur spælt í Betri-deildini í ár. Hetta eru flestir minuttir av øllum leikarunum í HB, undantikið málverjan Teitur Gestsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder