
HSF: Føroysku U15-kvinnurnar hava um vikuskiftið verið í Íslandi og spælt tveir vinardystir móti Íslandi. Føroysku kvinnurnar gjørdu bart og vunnu báðar dystirnar.
Fyrri dysturin, leygardagin, endaði 27-24 til Føroyar, eftir at okkara vóru frammanfyri 15-13 í hálvleikinum. Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Sigrið Hansdóttir 12, Hanna Thomsen 7, Olivia Kristiansen 4, Fía Nolsøe 2, Gyða Beata Djónadóttir 1, Anna Lamhauge 1
Seinni dysturin, sunnudagin, endaði eisini við føroysku sigri. Úrslitið gjørdist 27-26 til Føroyar, eftir javnleik 13-13 í hálvleikinum. Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Sigrið Hansdóttir 10, Fía Nolsøe 5, Hanna Thomasen 4, Anna Lamhauge 2, Aibritt á Plógv 2, Gyða Beata Djónadóttir 1, Olivia Kristiansen 1, Sunfríð Zachariasen 1, Hervør Hansen 1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald