Annað

Tvey gull og nógv føroysk met í svimjing

Elisabeth Erlendsdóttir vann gull í 100 metra ryggsvimjing við tíðini 1:00.26, sum eisini er stórt føroyskt met og Oyggjaleikamet.

2025-07-15 21:57 Author image
Rói Joensen
placeholder

Føroysku svimjararnir tryggjaðu Føroyum tvey gull á Oyggjaleikum í dag.

Elisabeth Erlendsdóttir vann gull í 100 metra ryggsvimging við tíðini 1:00.26, sum eisini er stórt føroyskt met og Oyggjaleikamet.

Eisini vunnu kvinnurnar, Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Bjarta Nolsøe Í Lágabø og Alisa Vestergård gull í 4×50 metra blandaðari svimjing við tíðini 1:54.49, sum eisini er Oyggjaleikamet. Her setti Elisabeth Erlendsdóttir nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing við tíðini 28.03.

Ísak Brisenfeldt vann silvur í 100 metra firvaldasvimjing, og Líggjas Joensen vann bronsu í 200 metra frísvimjing.

Bartal Erlingsson Eidesgaard vann silvur í 50 metra bringusvimjing við tíðini 27.81,1, sum eisini er føroyskt met.

Føroysku menninir vunnu eisini silvur og settu landsliðsmet í 4X50 metra frísvimjing við tíðini 1.32,65. Teir fýra, sum svumu, vóru Ísak Dag Brisenfeldt, Bartal Erlingsson Eidesgaard, Líggjas Joensen og Heini Mohr Askham. Bartal Erlingsson Eidesgaard setti harafturat føroyskt met sum fyrsti svimjari við tíðini 22,77.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder