
Tveir dystir í Premier League vórðu leiktir í kvøld. Talan var um útsettar dystir.
Tottenham hevur framvegis bert roynt at vunnið á sínum nýggja vølli og hevur ikki latið nakað mál inn har enn. Hetta er greitt eftir 1-0 sigurin á Brighton í kvøld. Heimaliðið kundi fáa ein umráðandi sigur í topp-fýra stríðnum, eftir at Chelsea, Arsenal og United øll hava mist stig seinastu dagarnar, og tað eydnaðist at fáa hann í hús til endans.
Tottenham trýsti allan dystin; serliga í 2. hálvleiki var tað liðið hjá Pochettino, ið fullkomiliga sat á tí. Brighton stríðist við Cardiff í botninum, og var á veg at stríða seg til eitt ógvuliga dýrabart stig. Men í 88.minutti fekk Christan Eriksen bóltin nakað uttanfyri brotsteigin, og hann smekkaði hann í kassan. Við støðuni og við dystarskránni hjá liðunum, er Tottenham størsti favoritturin av teimum fýra biðlunum at taka eitt Champions League-pláss.
(Shane Long hevur her skorað skjótast mál í Premier League-søguni. Írin skuldi bert brúka sjey sekund - Mynd: The Independent)
Southampton leikti ein ógvuliga týdningarmiklan útidyst móti Watford, og útiliðið fekk eisini eina dreymabyrjan. Shane Long fekk beinanvegin fatur á bóltinum, og skoraði kaldliga tá hann gjørdist einsamallur við málverjanum. Hetta var søguligt, tí málið varð skorað eftir bert sjey sekund. Skjótasta málið í Premier League nakrantíð var sera nær við at so gott sum tryggjað Southampton sætið í deildini, men beint áðrenn yvirtíðin byrjaði, javnaði Andre Gray. Stigið ger tó nógv fyri Southampton, ið er seks stig frá strikuni, nú trý umfør eru eftir.
Støðan í topp-fýra stríðnum:
3. Tottenham 70 stig
4. Chelsea 67 stig
5. Arsenal 66 *
6. Manchester United 64 stig *
*Arsenal og United hava leikt ein dyst færri enn hini bæði liðini - tey spæla bæði í morgin (ávíkavist Wolves á útivølli og City á heimavølli)
Støðan í botnstríðnum:
16. Southampton 37 stig
17. Brighton 34 stig
18. Cardiff 31 stig
*Øll liðini tíggjar dystir eftir at leika
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald