Fótbóltur

U13: Genturnar hjá HB skrivaðu søgu

Í fyrstu steypafinaluni hjá gentum 13 vann HB 4-1 á 07 Vestur..

HB-genturnar kundu fegnast á Tórsvølli í kvøld (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

HB-genturnar kundu fegnast á Tórsvølli í kvøld (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2019-09-18 23:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í ár er fyrstu ferð, at Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri steypakapping fyri Gentur U13. HB og 07 Vestur høvdu spælt seg í finaluna, ið varð leikt á Tòrsvølli  tíðliga í kvøld.

[object Object]


[object Object]

[object Object]
(Myndir: Bjarni Enghamar)

Tað vóru havnargentur, ið vóru omaná. HB var á odda 3-1 í hálvleikinum, og vann tá samanumkom 4-1.

[object Object]

[object Object]
(Myndir: Bjarni Enghamar)

Fríða Magnusardóttir Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Maria Dahl Eystberg og Silja Geirsdóttir Eystberg gjørdu hvør sítt. Málið hjá 07 Vestur skoraði Lisa Haraldsen.

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar)


Allar myndirnar frá dystinum kunnu síggjast á Facebook-síðuni hjá Fótbóltssambandinum. Allur dysturin kann síggjast her:



Talan var um steypafinalu nummar tvey av níggju. Tann fyrsta varð leikt við Løkin í Runavík fyri viku síðani, tá U15 dreingirnir hjá KÍ endurvunnu Cadbury steypið eftir longda leiktíð

Skráin fyri steypafinaluvikuskifti:

Fríggjadagin 20. september
Kl. 17:30 B36 – ÍF/Víkingur/B68 (Gentur U18 / Mótasteypið)
Kl. 20:00 HB – Skála (U21 / Intersport Steypið)

Leygardagin 21. september
Kl. 10:00 B36 – HB (Dreingir U13 / Solar Steypið)
Kl. 11:30 B36 – KÍ (Gentur U15 / Eilif Arge Steypið)
Kl. 14:00 Víkingur – HB (Dreingir U17 / Blaðberasteypið)
Kl. 16:30 HB – EBS/Skála (Steypafinalan kvinnur)
Kl. 20:00 Víkingur – HB (Løgmanssteypið)

Kelda: FSF

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder