Fótbóltur

U15: 18 leikarar úttiknir til kapping í Esbjerg

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið leikarar úr átta ymiskum feløgunum til EfB Spar Nord Elite Cup, ið verður 23. til 29. mai. Dreingirnir skulu spæla móti liðum úr millum annað Danmark.

Jógvan Martin Olsen er U15-landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Jógvan Martin Olsen er U15-landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-11 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Saman við hjálparvenjaranum, Jens Eriki Rasmussen, hevur Jógvan Martin Olsen,høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, úttikið hópin, sum í døgunum 23. til 29. mai fer til EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark.

Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá á heimasíðu sínari í dag. 

Talan er um 18 leikarar úr átta ymiskum føroyskum feløgum.

Í kappingini verður spælt móti ymiskum donskum feløgum, umframt at lið úr  onkrum av grannalondunum hjá Danmark, eisini luttaka.

Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Dánjal Petur Vilhelmson, 07 Vestur
Rasmus Emil Poulsen, B36
Djóni Sivertsen, B36
Dánial T. Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Teitur Bogason, HB
Silas B. Joensen, HB
Rani Johannesen, HB
Páll Múller, KÍ
Hóri Klakstein, KÍ
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Pauli Richardson, NSÍ
Markus Danielsen, NSÍ
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, Royn
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Kristian Jacobsen, Víkingur
Jens Eiler Samsson, Víkingur

Hetta er fyrstu ferð at hesir leikarar, sum í høvuðsheitinum eru 08-árgangurin, umboða Føroyar í fótbólti.

U15-dreingirnir skulu spæla tveir venjingardystir móti Íslandi á heimavølli 16. og 18. august, og um mánaðarskifti oktober-november er UEFA menningarkapping á skránni, skrivar fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder