2026-10-01 11:00
U15-fótbóltslandsliðið við gentum skal í døgunum 12. til 20. oktober til Malta, har UEFA menningarkapping er á skránni.
Føroyar skulu spæla tríggjar dystir móti ávikavist Kosovo, Estlandi og Malta, skrivar FSF.
Fyrsti dystur verður móti Kosovo 14. oktober, tann næsti verður móti Estlandi 16. oktober, og triði dystur verður móti Malta 19. oktober.
Jákup Mortensen, venjari hjá U15-gentunum hevur úttikið 18 spælarar. Í hópinum eru:
- Amalia Høgnadóttir, 07 Vestur
- Ruth Jógvansdóttir Gardar, 07 Vestur
- Heiðrun Leo Vang, B36
- Jóhanna Rúnadóttir Hvannastein, B36
- Katrin Daniella Sunnleifsdóttir Olsen, B36
- Astrið H. av Steinum, HB
- Jastrid Petursdóttir Simonsen, HB
- Vióla Levisdóttir Hanssen, HB
- Amalia Elitha Bech Hjelm, FC Suðuroy
- Eleonora Emilie Ánike Lambaa, ÍF
- Emma Feilberg, ÍF
- Gunhild Arge Joensen, KÍ
- Ida Müller, KÍ
- Rósa Fonn, Kí
- Rebekka Skoradal, Skála
- Maja Sólborg Dulavík Berg, Skála
- Anna Sofía Leivsdóttir, Víkingur
-
Karin Hentze, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald