Fótbóltur

U15: Lærurík vika í Írlandi

Føroysku dreingirnir taptu samanlagt 0-15 í teimum trimum dystunum, men landsliðsvejarin, Jan Mølvad Laursen, sigur við heimasíðuna hjá FSF, at hugburðurin hevur verið góður og menningin eyðsæð.

Føroyska liðið móti Írlandi leygardagin (Mynd: FSF)

Føroyska liðið móti Írlandi leygardagin (Mynd: FSF)

2019-10-22 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Farnu vikuna hevur føroyska U15-landsliðið við dreingjum verið í Írlandi, har UEFA menningarkapping hevur verið á skránni.

Móti Luksemborg og Írlandi endaði tað við 4-0 ósigri, og Lettlandi vann heili 7-0 í seinasta dystinum. Tað hoyrir við til søguna her, at lettar av einari ella aðrari orsøk noyddist at nýta heili sjey leikarar, ið eru ov gamlir at spæla í U15-árgangainum. Jan Mølvad Laursen staðfestir, at hetta sást aftur í dystinum og á úrslitinum:

- Lettlendsku dreingir vóru størri og sterkari enn okkara, og serliga í fyrra hálvleiki kom hetta veruliga til sjóndar. Í seinna hálvleiki komu vit meira við í dystin, og spældu okkum til nakrar góðar málmøguleikar. Men í avgerandi løtunum vóru vit tíverri ikki nógv neyvir.

Hetta sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF. Hóast úrslitini í Írlandi ikki vóru tey best, so sær Jan jaligt uppá upplivingina:

- Hetta hevur verið ein lærurík vika fyri okkara ungu dreingir. Teir hava víst góðan hugburð, bæði í dystum og í venjingum, og teir eru eisini blivnir betri og betri fyri hvønn dyst. So framtíðan sær bjørt og spennandi út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder