Hondbóltur

U16-kvinnur: Rimmar sigur á Kekkia

Føroyar spæla plaseringsdystir í Europen Open, og tað eydnaðist fyrrapartin av venda dystinum í Svøríki í 2. hálvleiki.

Eftir at liðini høvdu fylgst, bleiv ein trý-máls munur við steðgin 10-7 til Kekkia. Men Føroyar løgdu út sum eitt óløgi eftir steðgin og vunnu spennandi dystin (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Eftir at liðini høvdu fylgst, bleiv ein trý-máls munur við steðgin 10-7 til Kekkia. Men Føroyar løgdu út sum eitt óløgi eftir steðgin og vunnu spennandi dystin (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2026-07-01 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya: Hóast aftanfyri so at siga allan dystin, so vístu okkara rygg og stjólu sigurin í seinasta sekundinum. Føroysku U16-kvinnurnar vunnu ein fínan 17-16 sigur á Kekkia, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 10-7 í hálvleikinum.

Dysturin gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men vóru kekkar fyri tað mesta frammanfyri. Føroyar vardu væl, fyrst við 5-1, síðani 6-0 verju, har Gyða Djónadóttir var serliga eyðsýnd. Tað gekk tó heldur strilti at fáa mál fyrstu løtuna. Kekkiska verjan stóð væl saman á miðjuni og bakkunum og fingu føroysku vengurnir pláss, men vóru okkara tíverri óhepnar í skotunum. Eftir at liðini høvdu fylgst, bleiv ein trý-máls munur við steðgin 10-7 til Kekkia.

Føroyar byrjaðu sum eitt óløgi í seinna hálvleiki og komu fram um 11-10. Dysturin gekk síðani javnt á og bleiv nakað rótutur hjá báðum liðum. Eisini brendu okkara nakað illa. Føroyar vóru aftanfyri 16-14, tá tað restaðu tveir minuttir, men ein góður endaspurtur, har Føroyar fingu seinasta málið beint sum tíðin fór, gjørdi at Føroyar vunnu ein góðan 17-16 sigur.

Dystargongdin Kekkia – Føroyar (16-17)
5 min. 2-2
10 min. 4-3
15 min. 6-5
20 min. 10-7
25 min. 11-11
30 min. 13-12
35 min. 14-13
40 min. 16-17

Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 7
Aleksandra Arge 2
Hervør Hansen 2
Olivia Kristiansen 2
Fía Nolsøe 1
Andrea Heinadóttir 1
Hanna Thomsen 1
Nana Yaa Deku 1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder