2025-07-31 16:54

Hondbóltssamband Føroya: Føroyar vóru væl við í løtum, serliga fyrstu 20 minuttirnar, móti sterku sveisisku U17-kvinnunum. Tað var tó eyðsýndur munur á liðunum í seinna hálvleiki, og Sveis vann 31-20, eftir hálvleiksstøðuna 16-12.
Hóast aftanfyri í hálvleikinum, so spældu Føroyar leingi ein fínan fyrra hálvleik móti einum av favorittunum í EM-endaspælinum. Okkara tóktust tendraðar eftir heldur stóra tapið fyri Íslandi í gjár.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/31/gallery-thumbnail/1753974899caqb19lq91.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/31/gallery-thumbnail/1753974908hj6xotf9t9.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/31/gallery-thumbnail/1753974913meybxvsdcv.webp)
Tað var nógvur føroyskur fagnaður í løtum í dag (Myndir: MatchLens.me)
Verjuspælið var ágangandi frá byrjan og stóð Femja Sámalsdóttir Soll væl í málinum. Álopsspælið var tolið, og vóru okkara vandamiklar bæði við langskotum og spæli út á vengurnar og strikuna. Føroyar vóru omaná fyrstu 20 minuttirnar, men blivu heldur nógvar teknsikar villur seinastu løtuna av fyrra hálvleiki og Sveis kom fram um, og fóru til hálvleiks frammanfyri 16-12.
Føroyar skuldi stríðast meira enn Sveis fyri málini í seinna hálvleiki og leiðslan øktist so líðandi til endaliga úrslitið 31-20. Hóast málmunin, so kunnu Føroyar taka nógv jaligt við frá dystinum í mun til dystin í gjár. Skoringsprosentini vóru hægri, brotskøstini fóru í mál og vóru eisini fleiri bjargingar.
Eftir dystin var Halla Haldansen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Halla stýrdi føroyska álopsspælinum væl og var eisini toppskjútti hjá Føroyum við 5 málum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/31/gallery-thumbnail/1753974922iixy1f40ug.webp)
Halla Haldansen fær heiðurin (Mynd: MatchLens.me)
Føroyar skulu spæla aftur í ovurmorgin, leygardagin kl. 11.00, tá eitur mótstøðuliðið Niðurlond. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin Sveis – Føroyar (31-20)
5 min. 2-2
10 min. 3-4
15 min. 5-7
20 min. 8-8
25 min. 12-10
30 min. 16-12
35 min. 18-13
40 min. 20-16
45 min. 24-16
50 min. 27-17
55 min. 29-18
60 min. 31-20
Málskjúttar hjá Føroyum:
Halla Haldansen 5
Arina Høgnadóttir Wang 4 (2)
Fríða Eysturtún Rubeksen 2
Maria Poulsen Hellisdal 2
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 2
Lý Dávadóttir Magnussen 2
Poula Djurhuus á Neystabø 1
Vár Leo Mortansdóttir 1
Bjørk Mariusardóttir 1
Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll 26%
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/31/gallery-thumbnail/1753974880cjbyzc6gkh.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/31/gallery-thumbnail/1753974885rtzfezrxr0.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/31/gallery-thumbnail/1753974917a4xntq0gxc.webp)
(Myndir: MatchLens.me)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald