Hondbóltur

U17: Fingu nógv burturúr fyrra venjingardystinum

Ísland vann fyrra venjingardystin í gjár 32-26 – kl. 14 hittast liðini aftur við Streymin.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2025-06-15 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið spæla føroysku U17- og U19-kvinnurnar venjingardystir móti Íslandi. Leygardagin spældu U17-kvinnurnar fyrra venjingardystin, sum Ísland vann 32-26 eftir 19-11 í hálvleikinum.

Hóast greitt tap, sýntust føroysku U17-kvinnurnar at fáa nógv burturúr dystinum, skrivar Hondbóltssambandið.

– Ísland var betra liðið í fyrra hálvleiki, har okkara høvdu eina langa løtu við ov nógvum villum og ivasomum verjuspæli. Ísland fekk nógv skjótálop og løtt mál, og hetta gjørdi at munurin bleiv ov stórur.

– Føroyar vunnu seinna hálvleik við tveimum málum. Okkara høvdu kastað ringastu nervarnar av sær og verjan stóð eisini betri saman við Bjørk Jákupsdóttir í føroyska málinum. Føroysku venjararnir fingu roynt allar leikararnar og sæst tað eisini aftur á málskjúttarlistanum, har heili 13 leikarar gjørdu mál.

Málskjúttar hjá Føroyum
Halla Haldansen 6 (3)
Herdis Højgaard Petersen 3
Vár Leo Mortansdóttir 3
Lý Dávadóttir Magnussen 2
Bjørk Mariusardóttir 2
Meta av Fløtum 2
Arina Høgnadóttir Wang 2
Lív Berg á Lag 2
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 1
Karin Durhuus 1
Poula Djurhuus á Neystabø 1
Emily Andresen 1

Dystirnir móti Íslandi eru fyrireiking til U17 EM-endaspælið í Montenegro í august. Í dag spæla U17-kvinnurnar aftur. Tað verður klokkan 14 við streymin, og dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder