U17: Flott føroyskt annað pláss í Slovenia

Føroyar vunnu heili 4-0 á vertunum í Slovenia og 6-1 á Aserbadjan - Belgia var tó greitt besta liðið í hesum EM-undanbólkinum.

Gott lag á spælarum, venjarum og leiðarum eftir 6-1 sigurin á Aserbadjan í seinasta dystinum (Mynd: Malena Josephsen)

Gott lag á spælarum, venjarum og leiðarum eftir 6-1 sigurin á Aserbadjan í seinasta dystinum (Mynd: Malena Josephsen)

2026-03-19 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru sjálvandi sera væl nøgd við kappingina. Serliga 4-0 sigurin á Slovenia var fantastiskur.

Hetta sigur Fannhard Antonsson Skoradal, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, eftir væleydnaðu EM-undankappingina í Slovenia. Talan gjørdist um tveir stórsigrar og eitt stórtap. 

Føroysku genturnar løgdu fyri við at vinna ein ruddilgan 4-0 sigur á slovensku vertunum. Sara Benjaminsen skoraði tvey mál, Kára Sigurðsson gjørdi eitt, meðan eitt var sjálvmál.

Les meira: U17 settu slovensku vertirnar so dyggiliga uppá pláss

Verri var í øðrum dystinum.

- Fekk sigurin á Slovenia okkara gentur á flog, so fekk annar dysturin í kappingini tær niður á jørðina aftur. Eftir at hava vunnið stórt, máttu okkara gentur leggja rygg til 6-0 tap fyri Belgia, ið eisini vann bólkin við fullum stigatali og málmuninum 21-0.

Føroyska liðið reistist tó skjótt aftur, staðfestir FSF. Við eini stórspælandi Káru Sigurðsson á liðnum endaðu Føroyar at vinna kappingina við at vinna 6-1 á Aserbadjan. Kára skoraði fýra mál, Sára Justinussen gjørdi eitt, meðan tað fyrsta var sjálvmál.

Belgia vann bólkin við níggju stigum, Føroyar fingu seks stig, Slovenia bleiv nummar trý við trimum stigum, og aftast varð Aserbadjan við ongum stigi.

Tað næst á skránni hjá U17 landsliðnum við gentum er Baltic Cup, sum verður í Lettlandi mánaðarskiftið juni-juli.

[object Object]

[object Object]

Myndir: Malena Josephsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder