Lutakastið til EM-undankappingina hjá U17-kvinnum var í gjár.
Har gjørdist greitt, at Føroyar komu í bólk A saman við Ísland, Turkaland og Ísrael.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari. Føroyar skulu royna at vera millum tey níggju fremstu í undankappingini.
- 15 tey ovast styrkismettu liðini hava longu pláss í EM-endaspælinum, meðan hesi 16 skulu spæla um tey eftirverandi 9 plássini. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki saman við tí besta trý´aranum.
Bólkarni:
Bólkur A: Ísland, Føroyar, Turkaland, Ísrael
Bólkur B: Norðurmakedonia, Litava, Kosovo, Grikkaland
Bólkur C: Portugal, Slovenia, Italia, Ukraina
Bólkur D: Eysturríki, Pólland, Finnland, Luksemborg
Føroyar møttu Íslandi í tveimum vinardystum í Íslandi í juni 2025. Har eydnaðist at vinna móti liðnum, sum stendur sum hægst styrkismett í okkara bólki.
Sambært HSF verður kappingin eftir øllum at døma spæld í Íslandi:
Undankappingin verður leikt vikuskiftið 27. – 29. november. Lutakastið at hýsa bólki A í undankappingini fall til Íslands, meðan Føroyar standa í aðru røð at hýsa, í so fall Ísland ikki ynskir at hýsa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald