Fótbóltur

U17-genturnar vóru sannførandi móti Moldova

Føroyar vunnu 6-0 í 2. umfari í EM-undankappingini, og fýra ymiskir málskjúttar vóru. Føroyska liðið hevur vunnið báðar dystirnar í Litava.

Mynd: Jan Djurhuus / FSF

Mynd: Jan Djurhuus / FSF

2023-03-27 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U17-landsliðið við kvinnum hava aftur í dag syrgt fyri einari frálíkari byrjan uppá dagin. 

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya, ið eins og fríggjadagin kann fegnast um ein sigur í EM-undankappingardysti. Tá vunnu Føroyar tepurt á litavisku vertunum - í dag var talan um stórsigur á Moldova. 

Lea Tórarenni Johannesen úr HB og Eydna Dalheim Olsen úr Víkingi løgdu grundarlagið við málum við stuttum millumbili. Eydna skoraði eisini móti Litava. 

[object Object]

(Mynd: Jan Djurhuus / FSF)

Føroyska spælið var sannførandi, og eftir steðgin var eingin ivi: Helga Mikkelsen úr NSÍ skoraði tvær ferðir, Súsanna Godtfred eitt mál og eitt sjálvmál. 

Harvið hevur føroyska liðið, undir leiðslu av Eyðvør Jakobsen, veruliga víst seg fram í Litava. Hósdagin er síðsta uppgávan í undankappingini á skránni: Dystur um fyrsta plássið móti Grikkalandi. 

Sum skilst kunnu Føroyar ikki koma til EM hesuferð, men úrslitini hava týdning fyri styrkismetingina og møguleikarnar næsta ár. 

WU17 - undankapping

Litava, 27.03

Føroyar - Moldova 6-0 (2-0)

1-0 Lea Tórarenni Johannesen, 12’

2-0 Eydna Dalheim Olsen, 13’

3-0 Helga Mikkelsen, 55’

4-0 Súsanna L. Godtfred, 67’

5-0 sjálvmál, 71’

6-0 Helga Mikkelsen, 74’

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder