Fyrsta settið byrjaði annars við, at føroyska liðið tók Ísland á bóli. Føroysku U18 dreingirnir vóru á odda til støðuna 23-23, men mistu so fyrsta settið á stokkinum.
Í øðrum og triðja settið var ongantíð ivi um, at Ísland var sterkari enn Føroyar, og Ísland vann tí hesi bæði settini greitt.
Hetta merkir, at føroysku dreingirnir enda á einum triðja plássið aftan fyri Ísland og Írland, sum seinni í dag spæla um fyrsta og annað plássið í kappingini.
Venjarin Rajko Petrovic metir, at talan er um eitt gott føroyskt avrik.
- Eg havi arbeitt í tveir mánaðir við einum óroyndum liðið, og við tí í huga hava dreingirnir klárað seg betur enn væntað, sigur Rajko Petrovic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald