Hondbóltur

U18 EM: Júst ov stuttir móti Svøríki

Við Boasi Ellefsen á Skipagøtu á odda, hingu Føroyar í allan dystin, sum var undirhaldandi og spennandi. Tað endaði tó 34-35, og harvið skulu Føroyar vinna sunnudagin fyri at tryggja HM-pláss til næsta ár.

Boas á Skipagøtu skorar her ein av sínum málum - nú er hann greiður endaspælstoppskjútti og hevur tikið metið frá Óla Mittún (Mynd: Nikola Cimburovic)

Boas á Skipagøtu skorar her ein av sínum málum - nú er hann greiður endaspælstoppskjútti og hevur tikið metið frá Óla Mittún (Mynd: Nikola Cimburovic)

2026-08-07 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svøríki var sterkari enn Norðurmakedónia, sum Føroyar taptu við tveimum málum ímóti hósdagin.

Føroyska avrikið í dag var betri enn í gjár, og samanlagt gav tað eitt tap við einum máli.

Hetta eftir ein spennandi og undirhaldandi hondbóltsdyst, har Føroyar allatíðina fylgdu við og í løtum vóru omaná.

Úrslitið merkir, at Føroyar endar nummar 15 ella 16 í EM-endaspælinum. Fyri at vera vísur í at koma við til U19 HM næsta ár, skulu U18-dreingirnir vinna síðsta dystin, sum verður sunnudagin. Hetta móti serbisku vertunum ella Póllandi, sum Føroyar spældu javnleik ímóti mánadagin.

Ferðmikil og spennandi dystur

Tað var ein øðilig leikferð, sum norðurlendska brakið í Beograd hevði fyrstu løtuna. Verjuspæl var ikki nógv av, men heldur nógv góð mál og skjótt spæl. Eftir seks og ein hálvan minutt var 6-6.

Svøríki var frammanfyri við einum í steðginum - tá var máltíttleikin komin niður móti vanligum stigi (16-17). Spælið fleyt sum heild væl hjá liðunum. Hjá Føroyum vístu afturvendandi trupulleikar, sum brend opin skot og ikki nóg góðar afturrenningar seg tó nakrar ferðir gjøgnum dystin.

Føroyar byrjaðu betri eftir steðgin og vóru eina løtu á odda við tveimum málum. Her gekk greiði toppskjúttin Boas Ellefsen á Skipagøtu - 15 mál og eisini flest upplegg - á odda, meðan Jóan Petur Mortensen eisini fekk nógv góð mál av høgra vongi eftir steðgin.

Men so tók Svøríki yvir aftur. Størsta partin av 2. hálvleiki var munurin eitt og tvey mál, til svenskan fyrimun, og tað var spenningur til tað seinasta.

Michah Wardum Ragnarsson hevði tvær stórar bjargingar seinasta stóra minuttin, sum góvu Føroyum møguleikar: Tann fyrra tók Boas av - við enn einum tryggum brotskasti - men eftir tann seinna vóru bert fimm sekund eftir, og føroyingar megnaðu ikki at fáa skot á. 

Harvið endaði tað við smølum svenskum sigri í Serbia. Sviar kundu fegnast, tí nú eru teir tryggjaðir pláss í U19 HM næsta ár. 

Føroyar skulu hinvegin vinna sunnudagin fyri at fáa vissu um hetta. Annars verður neyðugt at bíða eftir møguligum wild-cardi. Føroyar skulu spæla móti Serbia ella Póllandi - tí liðnum sum tapir dystin teirra millum nú seinnapartin

U18 EM - plaseringsdystur og dystur um HM-pláss
Fríggjadagin 7. august í Beograd
Føroyar - Svøríki 34-35 (16-17)

Dystargongdin: Føroyar – Svøríki:
5 min. 5-6
10 min. 9-7
15 min. 10-11
20 min. 11-13
25 min. 15-16
30 min. 16-17
35 min. 21-20
40 min. 23-23
45 min. 25-25
50 min. 26-28
55 min. 29-31
60 min. 34-35

Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas Ellefsen á Skipagøtu 15 (9) - dagsins spælari
Jóan Petur Mortensen 5
Teitur Bogason 4
Gabriel Skeel Árnason 3
Brandur Debes Dánialsson 2
Jónas Fossabrúgv 1
Axel Holm Simonsen 1
Teitur Poulsen Hellisdal 1 (1)
Mortan Eyðunarson 1

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, 55 min., 12 bjargingar, 28%
Jákup Arngrímsson Müller, 5 min. 1 bjarging 33%

Sí fleiri hagtøl her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder