Talan varð um satt drama í fyrra miðumfarsdystinum hjá Føroyum móti Póllandi mánadagin. Ungu føroyingarnir fullu ikki í fátt, hóast tað var minus fimm, tá smáir sjey minuttir vóru eftir. Eftir umstøðunum eitt bragd í Beograd.
Sí hendingina og dramatisku seinastu løtuna hjá Føroyum móti Póllandi (35-35) niðanfyri:
Samanlagt kunnu føroyingar á ymiskan hátt iðra seg um, at talan ikki varð um tvey stig: Fleiri púra fríir møguleikar vórðu brendir, Pólland skoraði fleiri óneyðug mál i fyrstu og aðru bylgju, og so skuldi dagsins maður - Boas Ellefsen á Skipagøtu - brádliga av vølli í trý álop, hóast hann ikki fekk viðgerð og brotsspark átti at verða dømt í støðuni.
Hetta gjørdist dýrt fyri Føroyar, men áræði og vilji vóru at síggja serliga seinastu løtuna, hóast brekkan var brøtt. Allir tóku ábyrgd, og eitt møguliga avgerandi stig varð tyggjað í seinasta sekundi, eftir at Jónas Fossabrúgv snilt vann bóltin, og Brandur Debes Dánialsson var ísakaldur. Áðren tað vóru góðar verju- og málverjuatgerðir.
Les eisini: Vill vend tryggjaði eitt stig og helt lív í vónini um føroyskt fjórðingsfinalupláss
![]()
![]()
Føroyskir spælarar og áskoðarar kundu at enda fegnast (Myndir: Nikola Cimburovic)
U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinumm
Í gjár mánadagin 3. august
Føroyar - Pólland 35-35 (16-15)
Toppskjútti og dagsins spælari: Boas Ellefsen á Skipagøtu 12 mál
U18 EM-endaspæl - bólkur III í miðumfarinum
Støðan undan seinasta umfari
1. Danmark 4 stig
2. Spania 2 stig
--------------------
3. Føroyar 1 stig
4. Pólland 1 stig
Tvey lið ovastu liðini eru víðari til fjórðingsfinaluna. Møguliga 3. plássið er nóg mikið.
Í dag, týsdagin 4. august
16.00: Pólland - Spania
18.30: Føroyar - Danmark
Til ber at síggja dystin millum Føroyar og Danmark ókeypis á Portalinum, um ein er staddur í Føroyum - ella við data (5G uttanlands). Vit byrja at senda klokkan 18.15, og tað verður við Julian Johansen sum viðmerkjara.
Danmark tryggjaði sær fjórðingsfinalupláss við sigri í tøttum dysti móti Spania. Harvið hava sterku danirnir einki at spæla fyri í Serbia í kvøld, meðan Føroyar hava alt at spæla fyri.
Um tað eydnast at vinna, er tað so at víst, at Føroyar koma víðari sum ein av bestu trý-arunum í miðumfarinum.
Annars skulu nógv úrslit "fella føroyskan veg", um talan skal gerast um søguligt fjórðingsfinalupláss. Millum annað bæði úrslitini í bólki A: Greiður franskur sigur á Týsklandi og at serbisku vertirnir tapa fyri Slovenia, sum longu eru víðari. Samstundis mugu Føroyar ikki tapa við ov nógvum málum móti Danmark.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald