Føroysku U18-menninir skulu nú spæla um 13. - 16. pláss í EM-endaspælinum.
Tað snýr seg um ikki at enda aftast har, tað vil siga vinna ein av teimum báðum dystunum, sum eru eftir.
Hetta er tí, at man tryggjar pláss í U19 HM næsta ár við at enda í topp 15.
Sí eisini: Føroyar skulu stríðast við Svøríki um HM-pláss fríggjadagin
Spælt verður eisini um týðandi styrkisstig framvegis, og ein sigur í norðurlendskum braki man eisini merkja nakað fyri sjálvskensluna.
Dysturin í Beograd byrjar klokkan 11.00. Portalurin og FM1 senda frá klokkan 10.45 - til ber at stroyma dystin á portal.fo, um ein er í Føroyum ella er uttanlands við føroyskum haldi og nýtir data (5G)
Pætur Nolsøe og Tormóður Petursson Djurhuus vera til reiðar við mikrofonirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald