Eins og U20-menninir í síðsta mánaða, skulu U18-dreingirnir spæla um 9. - 16. pláss síðsta partin av endaspælinum. Hetta eftir at tað ikki eydnaðist at vinna seg í fjórðingsfinaluna.
Tað staðfeti fimm-máls tapi fyri Danmark mikudagin. Næst á skránni er Norðurmakedónia.
Ikki eins sterk mótstøða, men eitt gott og kropsliga sterkt hondbóltslið. Dysturin byrjar klokkan 11 hósdagin 6. august og sæst beinleiðis og ókeypis á Portalinum, umframt at hann hoyrist á FM1.
Restina av vikuni snýr tað seg um at fáa virðismiklar kappingardystir saman - hetta er fyrsta endaspæl hesir spælararnir eru við til.
Og um teir skulu til HM fyri U19-landslið næsta ár er neyðugt at vinna ein ateimum trimum dystunum, sum er eftir, fyri at tryggja hetta. Umframt tað, telur hvør sigur í styrkismeting fyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald