Hondbóltur

U18: Fingu ikki steðga týsku maskinuni

Føroyar høvdu eina trý-máls leiðslu í hálvleikinum í hálvfinaluni og skoraðu heili 35 mál tilsamans, men mistu sín strikuleikara og verjuoddamann og týski álopsparturin var knúsandi effektivur.

Elias á Skipagøtu skoraði heili 14 mál móti Týsklandi, og týsku frásøgumenninir og týska hondbóltssambandið høvdu eina rúgvu av rósandi orðum um Ársins Ítróttarstjørnuskot (Mynd: Hans-Peter Dillschneider)

Elias á Skipagøtu skoraði heili 14 mál móti Týsklandi, og týsku frásøgumenninir og týska hondbóltssambandið høvdu eina rúgvu av rósandi orðum um Ársins Ítróttarstjørnuskot (Mynd: Hans-Peter Dillschneider)

2019-12-29 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um føroysk hondbóltsáhugaði í Føroyum høvdu eitt "deja vu" undir fyrra hálvleiki í hálvfinaluni í Sparekassen Cup, so er tað ikki løgið. Til HM endaspælið fyri U21 landslið í Algeria í 2017 spældu Føroyar ein frálíkan 1. hálvleik móti einum sterkum týskum liðið, og í hálvleikinum førdu føroyingarnir 12-9.

Í Merzig í dag vóru Føroyar á odda við trimum málum mótu týsku vertunum og favorittunum. Í fjør, eins og flestu árini ið kappingin hevur verið hildin, vunnu týskarar gull, og eftir nøkur sannførandi avrik í bólkaspælinum vóru Føroyar seinasta forðingin áðrenn enn eina finalu. Tað gekk tó ikki sum ætlað hjá týskarum í 1. hálvleiki. Gamaní skoraði liðið 16 ferðir, men føroyska álopsspældið var til tíðir bergtakandi at hyggja eftir. Heili 19 ferðir skoraðu okkara, og Týskland fekk als ikki steðga okkara ungu monnum. Skorað varð allastaðni frá, men tað var serliga Pauli Mittún ið gekk á odda við sjey málum. Elias á Skipagøtu setti spælið upp og fann millum annað einaferð Paula við einum flúgvara.

Beint fyri steðgin fekk sterki strikuleikarin Viktor Gaini sína triðju útvísing. Tann fyrsta var bílig, og av tí at myndatólið ikki hevði fokus á rætta staðnum, sást ikki heilt, hví GOG-leikarin fekk sína triðju og harvið reytt kort. Hetta skuldi vísa seg at fáa stóran týdning fyri dystin. Føroyingarnir høvdu havt sera ilt við at verja fyri sera góða týska álopsspælinum, og hetta gjørdist uppaftur tyngri uttan Viktor í miðverjuni eftir steðgin.

[object Object]
Viktor Gaini fekk tíverri tríggar útvísingar í 1. hálvleiki (Mynd: Hans-Peter Dillschneider)

Elias legði annars Føroyar á odda 20-16 beinanvegin, men so skoraðu týskarar fýra ferðir á rað. Frá tí var heilt tætt so at siga allan vegin. Eina løtu vóru týskarar konir á odda 31-28, men eftir eitt timeout frá Julian Johansen og Mark Marcher vendu føroyingarnir tí til javnleik. Hesa løtuna vunnu Føroyar eitt undirtal, har Brandur Silvurstein hevði tvær heilt góðar bjargingar. Málverjin hevði annars sera truplar arbeiðsumstøður í dag, men hugsast kann, at um besti málvejrin í European Open, Pauli Jacobsen, var tøkur, hevði tað møguliga koppa til Føroyar.

Føroyska verjan fekk yvirhøvur ikki tálmað týskarum, og tá okkara samstundis brendu einstakar møguleikar og gjørdu tekniskar villur, so vóru tað týskarar, sum til endans vóru omaná. Orkan tyktist at ganga eitt sindur undan, og í avgerandi støðunum vóru týskararnir meira avgjørdir. Annars gekk Elias á odda við frálíkum spæli í 2. hálvleiki, og hann varð mansvardir í løtum. Hákun West av Teigum skoraði eisini nøkur sera góð mál úr spískum av vonginum. 

Dysturin varð ikki avgjørdir fyrrenn seinastu fimm minuttirnar. Samanumtikið kunnu teir í føroyska hópinum vera sera ernir av avrikinum, ið tíverri júst ikki rakk til finalupláss. Ístaðin skulu Føroyar klokkan 17.30 spæla um 3. plássið móti Hvítarusslandi, ið basti okkum 22-19 í bólkaspælinum. Ísland og Týskland hittast í finaluni klokkan 19.00.


Sparekassen Cup hálvfinala

Føroyar - Týskland 35-39 (19-16) 

Føroyska liðið frá byrjan í 1. hálvleiki: Brandur Silvurstein - Hákun West av Teigum, Sveinur Olafsson (Rói Ellefsen á Skipagøtu spældi eisini plássið nógv), Viktor Norling Gaini, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún, Baldur Gillason

Frá byrjan í 2. hálvleiki: Brandur Silvurstein - Hákun West av Teigum, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Sveinur Olafssonl Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún, Baldur Gillason (Kristoffur Bjørgvin spældi áleið helmingin av hálvleikinum)

Føroyskir toppskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 14 (4)
Hákun West av Teigum 7
Pauli Mittún 7
Baldur Gillason 4
Viktor Norling Gaini 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Kristoffur Bjørgvin 1

Bjargingar: 
Brandur Silvurstein 8


Útvísingar:

Viktor 3 - reytt kort, Ovi Lutzen 2, Baldur 1


Dystargongd:

5 min: 2-1
10 min: 5-4
15 min: 8-7
20 min: 11-8
25 min: 15-12
35 min: 21-20
40 min: 23-23
45 min: 27-27
50 min: 29-31
55 min: 33-34


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder