U18-landsliðið hjá monnum fer 2. jóladag til Merzig í Týsklandi, har teir skulu luttaka í stóru árligu altjóða kappingini Sparkassen Cup, tað skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu síni.
Umframt Føroyar luttaka eisini Týskland, Ísland, Holland, Sveis, Hvítarussland, Italia, Saarland (landslutur í Týsklandi) í kappingini. Føroyar er í bólki saman við HV Saar, Hvítarusslandi og Hollandi
Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum síggja soleiðis út:
Fríggjadagin 27. des kl. 17.20 Føroyar – Hvítarussland
 Leygardagin 28. des kl. 13.00 Føroyar – Holland
 Leygardagin 28. des kl. 18.20 Føroyar – HV Saar
 Finaludystirnir verða sunnudagin 29. des.
Sera stinni fyrsti málverjin Pauli Jacobsen er skaddur og er tískil ikki við í kappingini.
Allir dystirnir kunnu stroymast á sportdeutschland.tv ella handball-deutschland.tv
Føroyski hópurin sær soleiðis út
Málverjar:
 Brandur Silvurstein, Skjern
 Teitur Mouritsen, H71
Útileikarar:
 Elias á Skipagøtu, H71
 Pauli Mittún, H71
 Hákun West av Teigum, Skanderborg
 Viktor Johan Norlyng Gäini, GOG
 Ovi Lützen, Kyndil
 Sveinur Olafsson, H71
 Ragnar Karlsson, H71
 Rói Ellefsen á Skipagøtu, ISI
 Bogi Hansen, H71
 Bjarni í Selvindi, StÍF
 Silas Vang, H71
 Kristoffur Bjørgvin, Kyndil
 Sakir Tróndarson Frýdal, H71
 Baldur Gillason, H71
Venjarar:
 Julian Johansen, venjari
 Mark Marcher, venjari
 Jens á Skipagøtu, málverjavenjari
 Leif Kristoffersen, liðleiðari
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald