Venjararnir, Djóni Gaard Joensen og Sámal Jákup Djurhuus, hava úttikið 16 spælarar til U18 EM-endaspælið í Serbia umframt til teir tveir vinardystirnar móti Íslandi tann 18. og 19. juli.
24 lið luttaka í EM-endaspælinum, sum verður leikt í Beograd í Serbia í døgunum 29. juli. – 9. august.
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 29. juli kl. 13.30 Føroyar – Finnland
Hósdagin 30. juli kl. 18.30 Spania – Føroyar
Leygardagin 1. august kl. 18.30 Eysturríki – Føroyar.
Hópurin sær soleiðis út:
Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Kyndil
Útileikarar:
Teitur Poulsen Hellisdal, Kyndil
Gilli Reginsson, Neistin
Elias Kamp, Skogn IL (NOR)
Jóan Petur Mortensen, H71
Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ragnar Heinason, H71
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Mortan Eyðunarsson, Neistin
Rani Johannesen, Neistin
Jónas Fossabrúgv, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Hugin Halgirsson, H71
Brandur Debes Dánialsson, Kyndil
Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut Sebastian Christensen og liðleiðari Hans Andreas Dahl.
Áðrenn EM-endaspælið skal føroyska liðið til Íslands at spæla tveir fyrireikingardystir. Hesir verða leygardagin 18. og sunnudagin 19. juli.
Eins og hjá U20 monnum, sum í hesum døgum royna seg í Rumenia, síggjast allir U18 endaspælsdystirnir á Portal.fo umframt kunnu hoyrast á FM1 radio.
Les eisini: U20 EM: Spæla móti Fraklandi mánadagin og Týsklandi týskvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald