Hondbóltur

U18: Seinasti EM-dansurin í Serbia hevur nógv at siga

Skulu Føroyar enda væl og spæla seg til enn eitt endaspæl? Svarið fært tú á Portalinum ella FM1 frá klokkan 10.45. Sjúrður Hildarson Hoydal, Helgi Hildarson Hoydal og Ári Egason Dam sita tá til reiðar við mikrofonirnar.

Hugin Halgirsson og hinir skulu stríðast um HM-pláss til tað seinasta í Póllandi (Mynd: Nikola Cimburovic)

Hugin Halgirsson og hinir skulu stríðast um HM-pláss til tað seinasta í Póllandi (Mynd: Nikola Cimburovic)

2026-08-09 07:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dystur nummar átta uppá tólv dagar hjá føroysku U18-monnunum fer í gongd klokkan 11 fyrrapartin okkara tíð. Og á mangan hátt er talan um tann mest týðandi av teimum mongu í Beograd seinastu dagarnar: 

- Vinna Føroyar skulu hesir árgangirnir aftur til endaspæl næsta summar - U19 HM 2027

Tapa Føroyar vinnur Pólland seinasta evropeiska plássið til tí kappingina.

Sjálvt um man endar nummar 16 og harvið ikki røkkir topp-15, er framvegis fínur møguleiki fyri at fáa eitt wild card. 

Men tað er eingin ivi um, at føroyingar vilja avgerða tað sjálvur - og tað hava teir avgjørt møguleika til.

Føroyar spældu nakað frá sínum besta gjøgnum dystin móti Póllandi mánadagin -tað staðfestu Jónas Fossabrúgv og Djóni Gaard Joensen eisini í viðtalu við Portalin í vikuni. Kortini eydnaðist Føroyum á flottan hátt at venda øllum til seianst og tryggja javnleik.

Video: - Vit eru á lívi enn! Føroyar vunnu fimm mál inn seinastu seks minuttirnar og skoraðu í seinasta sekundi

Síðani hava liðini tapt tríggjar dystir hvør - Pólland seinast greitt móti Serbia. Føroyar spældu væl móti Svøríki fríggjadagin, men tað rakk júst ikki til at tryggja HM-pláss: Nú skal tað verða.

Portalurin stroymir dystin ókeypis. Sjúrður Hildarson Hoydal sigur frá - Helgi Hildarson Hoydal og Ári Egason Dam vera viðmerkjarar. Byrjað veðrur klokkan 10.45, og til ber eisini at lurta á FM1.

U18 EM - dystur um 15. pláss (og HM-pláss næsta ár)
Sunnudagin 9. august
11.00: Føroyar - Pólland

Stroyming: Á portal.fo - ókeypis í Føroyum og uttanlands við data (5G) um ein hevur føroyskt hald
Ljóðfrásøgn: 
FM1 

Sjúrður, Helgi og Ári byrja í rásarúminum klokkan 10.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder