Fótbóltur

U19: 5-0 á Dungasandi

Mikudagin tók føroyska U19-landsliðið við ímóti grønlendska A-landsliðnum á Dungasandi í Sørvági, ið fyri fyrstu ferð hýsti einum landsdysti.

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

2026-08-14 07:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Vit fingu tað burturúr, sum vit vónaðu frammanundan. Fleiri leikarar fingu møguleikan at royna seg, og allar stóðu seg væl. Úrslitið hevði ikki tann stóra týdningin, men tað er sjálvandi altíð gott at vinna. Sum heild var hetta ein góður venjingardystur fyri okkum, sigur Sigtór Petersen, venjari.

Mikudagin var vøllurin á Dungasandi í Sørvági karmur um venjingarlandsdyst millum føroyska U19-landsliðið við gentum, og grønlendska A-landsliðið við kvinnum.

Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar, sum var á odda við trimum málum í steðginum. Málskjúttarnir vóru Bjørk Akselsen, Karla Sjóstein, Silja Trier, Ragnhild Magnusson og Anna Katrina Gregersen Poulsen.

U19-genturnar fyrireika seg til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum í november mánað. Føroyar eru í bólki B4, saman við Ukraina, Litava og Andorra. Dystirnir verða spældir 24., 27. og 30. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder