Hondbóltur

U19 EM-endaspælið byrjar mikudagin

Í døgunum 9. til 20. juli verður U19 EM-endaspælið í Montenegro – Dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.

Føroysku U19-kvinnurnar fóru á flog í morgun (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroysku U19-kvinnurnar fóru á flog í morgun (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2025-07-07 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

U19-kvinnurnar eru farnar á flog í morgun, og mikudagin byrjar EM-endaspælið fyri U19-kvinnur í Podgorica í Montenegro.

Endaspælið verður í døgunum 9. til 20. juli.

Føroyar byrja kappingina við at spæla móti Rumenia mikudagin klokkan 11. Hósdagin klokkan 11 verður spælt móti Spania, og leygardagin klokkan 13.30 hittast Føroyar og Týskland.

Kappingin kann stroymast á ehftv.com, og tað krevst, at ein skrásetir seg sum brúkara, skrivar Hondbóltssambandið.

Hópurin, sum er úttikin til kappingina, er hesin:

Málverjar:
Anita Dahl, H71
Gylta á Neystabø, Kyndil

Útileikarar:
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, EB
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Elida Joensen, H71
Katrin Hansen, Kyndil
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Marta Højgaard, H71
Karin Fossabrúgv, H71
Joan Johannesen, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Marjun Jansdóttir, Kyndil
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Christiansen, H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder