Hondbóltur

U19: European Open byrjar í dag

U19-landsliðið kom til Göteborg í gjár, og kl. 10.45 spæla Føroyar fyrsta dystin móti Niðurlondum.

(Mynd: EHF / Vuk Raicevic)

(Mynd: EHF / Vuk Raicevic)

2025-06-30 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kom føroyska U19-landsliðið hjá monnum til svenska býin Göteborg, har skipað verður fyri European Open komandi dagarnar.

Kappingin, sum er liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Kairo í Egyptalandi í august, byrjar í dag og endar 4. juli.

Í dag spæla Føroyar móti Niðurlondum klokkan 10.45 og móti Finnlandi klokkan 16.45. Í morgin klokkan 9.30 hittast Føroyar og Svøríki, og mikudagin klokkan 12 spælir Føroyar móti Kroatia.

kunnu stroymast á ehftv.com. Fyri at stroyma á ehftv.com krevst at ein skrásetir seg sum brúkara, annars er tað ókeypis, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder