Hetta vikuskiftið er í NEVZA-kapping á Hálsi í høvuðsstaðnum. Gestir eru úr Danmark, Íslandi og Onglandi á bæði kvinnu- og manssíðuni.
U19-menninir hjá Føroyum megnaðu ikki at spæla seg í finaluni, men skulu spæla um bronsuna móti Íslandi. Hetta verður klokkan 13 - Føroyar taptu 3-0 fyri Íslandi í fyrsta dystinum í bólkaspælinum.
![]()
Føroysku menninir fara eftir bronsuheiðursmerki í dag (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Klokkan 15 verður finalan hjá kvinnum. Har bresta Føroyar og Danmark saman.
Føroysku kvinnurnar taptu 3-1 fyri Danmark í bólkaspælinum ( (19-25, 29-27, 22-25, 17-25), men vunnu á Onglandi og á Íslandi.
Harvið verðu dysturin um gullið seinni í dag. Danmark stendur kanska sum lítil favorittur, men lagt er upp til spennandi endadyst hjá kvinnum í Høllini á Hálsi.
![]()
Mynd: Flogbóltssamband Føroya
Televarpið vísir eisini dystirnar. Tað er á Rás1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald