
Tað verður í sonevndu President's Cup, at føroysku U19-menninir í næstu skulu spæla í HM-endaspælinum í Egyptalandi.
Føroyar stóðu annars fyri flottum avriki og javnleiki móti Týsklandi í gjár, og í dag vann føroyska liðið við 16 málum á Uruguay.
Sí eisini: Flotti føroyski málverjin (Myndir)
Hetta var tó ikki nóg mikið til at koma víðari í bólkaspælinum. Týsklandi skuldu tapa rímiliga stórt fyri Slovenia í dag, um hetta skuldi bera til. Men týskararnir gjørdu bart og vunnu við fimm málum - eftir at slovenar annars vóru á odda 14-11 í steðginum.
Tað var stórtapið fyri Aljus Anzic og Slovenia í 1. umfari, sum serliga kostaði Føroyum. Í dag var sum so eingin ivi móti Uruguay, hóast føroyska álopsspælið og effektiviteturin ikki var tann besti fyri steðgin.
Í 2. hálvleiki spældu Føroyar ógvuliga væl og skoraðu tjúgu mál. Tað var serliga veistmenningurin á høgra bakki, ið gekk á odda. Filip Haldansen hevði ikki spælt so nógvar HM-minuttir áðrenn, men í dag skeyt Filip átta mál.
Rúnar Hammer og Jákup Egholm vóru aftur profilar við millum annað seks og fimm málum hvør.
Føroyar vunnu 33-17 og enda á 3. plássi í bólkinum við trimum stigum. Týskland og Slovenia fara víðari til meginumfarið, meðan Føroyar og Uruguay skulu spæla í President's Cup bólki við Argentina og Mekisko. Hesir dystirnir verða spældir í Giza mánadagin og týsdagin.
Møguleikin fyri teimum heilt stuttligu plássunum er farin. Okkara U19-menn skulu tó royna at enda so høgt sum gjørligt í HM - tað kann hava týdning fyri framtíðar kappingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald