Hondbóltur

U19 HM: Føroyar fingu Týskland, Slovenia og Uruguay

Á papírinum er helst talan um eitt miðal lutakast, skrivar Hondbóltssambandið. Ungu menninir skulu til Egyptalands í august.

Føroyar gjørdust nummar 15 til EM-endaspælið fyri U18-lið í fjør summar og tryggjaðu sær harvið hetta HM-plássið (Mynd: EHF)

Føroyar gjørdust nummar 15 til EM-endaspælið fyri U18-lið í fjør summar og tryggjaðu sær harvið hetta HM-plássið (Mynd: EHF)

2025-04-09 07:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til U19 HM-endaspælið hjá monnum var í gjár. Føroyska U19-landsliðið kom í bólk E saman við Týsklandi, Slovenia og Uruguay.

Á pappírinum er helst talan um eitt miðal lutakast, staðfestir Hondbóltssamband Føroya, sum skrivar soleiðis um mótsstøðuliðini: 

- Týskland gjørdist nummar 5 í EM-endaspælinum í fjør summar, har Føroyar gjørdust nummar 15. Føroyar spældu móti Týsklandi í upphitingarkappingini til EM-endaspælið, hetta í Nations Cup í Lübeck. Tá vunnu týskarar 32-23.

- Slovenia gjørdist nummar 9 í EM-endaspælinum og møttu Føroyar slovenum í millumumfarinum, har Slovenia vann 32-25. Uruguay vann seg til HM-endaspælið við at gerðast nummar trý í suðuramerikonsku undankappingini.

Harvið eru helst fínir møguleikar móti Uruguay, meðan Týskland og Slovenia fara at vera favorittar móti Føroyum, sum var styrkismett lægst til lutakastið.

Lutakastið:
Bólkur A: Svøríki, Portugal, Kuveit, Eysturríki
Bólkur B: Ungarn, Sveis. Marokko, Kosovo
Bólkur C: Serbia, Spania, Kroatia, Algeria
Bólkur D: Ísland, Brasil, Guinea, Saudi Arabia
Bólkur E: Týskland, Slovenia, Uruguay, Føroyar
Bólkur F: Noreg, Frakland, Argentina, (ikki avgjørt)
Bólkur G: Egyptaland, Japan, Suðurkorea, Bahrein
Bólkur H: Danmark, Tunesia, Kekkia, USA

[object Object]
Óli Mittún til HM-endaspælið í Kroatia í august 2023 har føroyingurin gjørdist toppskjútti (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki koma víðari at spæla um topp 16, meðan tvey tey niðastu spæla sonevnda Presidents Cup, um plássini 17-32.

Til seinasta HM-endaspæl fyri U19-menn endaðu Føroyar á 8. plássi. Hetta var við millum annað Óla Mittún, Ísaki Vedelsbøl, Aleksandar "Sasha" Lacok og Trúgva Hávardsson.

Endaspælið verður í Egyptalandi í døgunum 6. – 17. august.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder