Føroyar høvdu undan dystinum í kvøld framvegis møguleika at vinna President's Cup, sum er niðaru partur av HM-endaspælinum. Her spæla liðini, sum ikki komu víðari úr innleiðandi bólkaspælinum í Egyptalandi.
U19-menninir byrjaðu eisini væl móti Portugal, har fleiri vístu seg væl fram, men so líðandi misti liðið takið.
Í 2. hálvleiki var eingin ivi: Portugal hølvaði Føroyar av og skoraði tvífalt so nógv mál (22-11).
Ein tung uppliving hjá føroyingunum, sum nú skulu savnað seg til seinastu uppgávuna í endaspælinum: Dystin um 19. plássið móti Tunesia í morgin, fríggjadagin 15. august.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/08/14/gallery-thumbnail/1755212273holhnw14aa.webp)
Rúnar Hammer roynir her at koma ígjøgnum portugisisku verjuna (Mynd: IHF/Kolektiff/Jure Erzen)
Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis um dystin og hevur nøkur tøl - - niðast eru fleiri myndir úr Egyptalandi:
Hóast Føroyar spældu heilt væl í fyrra hálvleiki, so mistu okkara púra takið í seinna hálvleiki og taptu greitt fyri Portugal, 39-28, eftir javnleik 17-17 í hálvleikinum.
Føroyar vóru omaná og frammanfyri so at siga allan fyrra hálvleik. Føroyar spældu við 7 móti 6 í álopinum frá byrjan, og hepnaðist hetta væl. Føroyar vóru frammanfyri við trimum málum eftir 10 minuttir.
Føroyar vardu eisini væl við Jákupi Egholm liggjandi langt frammi í eitt´ara. Hetta órógvaði portugisiska spælið væl og var Jón Midjord klárur at avvísa aftanfyri Jákup. Portugisar komu tó so líðandi meira inn í dystin og byrjaðu taktiskt at knekka føroysku 5-1 verjuna. Teir komu uppá javnt beint fyri hálvleik til støðuna 17-17.
Seinni hálvleikur var ein heilt annar. Portugisar struku avstað frá byrjan og var dysturin meira ella minni avgjørdur eftir 45 minuttir. Føroyska liðið gjørdi eitt hav av villum og skoraðu portugisar ferð eftir ferð í tómt føroyskt mál. Verjan fekk als ikki fatur og skoraðu portugisar eisini heili 22 mál í seinna hálvleiki. Tað gjørdist eitt størri tap, 39-28.
Tapið merkir at Føroyar skulu spæla um 19. pláss í EM-endaspælinum í morgin. Tann dysturin verður kl. 17.30 móti Tunesia.
Allir dystir kunnu stroymast á youtuberáini “IHF competitions”.
Dystargongdin Portugal – Føroyar (39-28)
5 min. 2-4
10 min. 4-7
15 min. 7-9
20 min. 10-11
25 min. 13-15
30 min. 17-17
35 min. 22-20
40 min. 26-22
45 min. 30-23
50 min. 35-25
55 min. 36-26
60 min. 39-28
Málskjúttar hjá Føroyum:
Pauli Rasmussen 7
Torkil Dahl 5 (4)
Magnus Árason 4
Rúnar Hammer 4
Jákup Egholm 3
Jón Midjord 2
Lýðar í Dímun 1
Erlingur Erlendsson 1
Fríði í Innistovu 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 5 bjargingar, 20%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 5 bjargingar, 35%
Myndir:IHF/Kolektiff/Jure Erzen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald