Annað

U19 kvinnurnar endaðu við silvurheiðursmerkjum

Tær vunnu á Íslandi og Onglandi, og føroysku flogbóltskvinnurnar endaðu kappingina á heimavølli við finaluósigri fyri Danmark.

Ungu føroysku kvinnurnar við silvurheiðursmerkjunum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Ungu føroysku kvinnurnar við silvurheiðursmerkjunum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2025-10-26 21:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýralandakapping í U19-flogbólti hevur verið í Føroyum um vikuskifti.

Føroysku kvinnurnar, har fleiri eru í yngru árgangunum, hava spælt nakrar góðar dystir, og koppaðu tær Íslandi og Onglandi.

Í finaluni var sterka danska liðið á skránni. Danmark vann tann dystin 3-1. Í dag var Danmark aftur omaná, hóast serliga triðja settið var tætt.

Flogbóltssamband Føroya skrivar soleiðis um finaluna í dag:

U19 NEVZA-kapping á Hálsi - finala, 26. oktober

Danmark - Føroyar 3-0 (25-16, 25-18, 25-23)

Føroysku U19 kvinnuranr taptu finaluna ímóti einum sterkum donskum liðið og fáa tí silvurheiðursmerki í NEVZA kappignini, sum varð leikt liðug í kvøld.

Ongin ivi var um, at danska liðið var favorittur at vinna finaluna í dag imóti Føroyum. Liðini bæði leiktu síðsta innleiðandi dystin í gjár og tá vann Danmark 3-1. Tó leikti hvørki av liðunum við sterkastu uppstilling, so ilt var at meta um veruligu innanhýsis styrkina.

Undan dystinum segði føroyski venjarin, Ciro Zoratti, at um danska liðið ikki hevði ein góðan dag og um alt gekk upp í eina hægri eind hjá føroyska liðnum, so var ein føroyskur sigur gjørligur.

Føroyska liðið leikti væl, men tað gjørdi tað danska liðið eisini og styrkimunurin kom tí til sjóndar. 

Talan er um ein sera ungt føroyskt lið, har flestu av ungu kvinnunum kunnu luttaka í hesi U19 kappingini í í minsta lagið tvey ár afturat.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder