
Føroyar spældu ein rimmar fyrra hálvleik móti Svøríki í European Open kappingini í Partille. Okkara vardu 5-1 við Jákupi Egholm liggjandi frammi, og hetta breyt rútmuna væl í svenska spælinum, eisini stóð Ingi Johannesen væl í føroyska málinum.
Í álopinum spældu teir okkara eyðkenda føroyska 7 móti 6 spælið, sum hepnaðist væl og komu til góðar málmøguleikar. Bakketan við Rúnari Hammer, Lýðari í Dímun og Paula Rasmussen koyrdi væl og tolið og Føroyar øktu sum hálvleikurin gekk. Føroyar vóru frammanfyri heili 14-8 í hálvleikinum.
Sviar tóku sær um reiggj í seinna hálvleiki og vístu sínar dygdir. Teir løgdu meira fyri mann móti manni á bakkunum, har okkara høvdu torført við at halda. Sviar dekkaðu eisini betri og stríddust. Føroyar brendu ov nógvar kjansir og sviar revsaðu nakrar ferðir í tómt mál, tá okkara spældu 7 móti 6. Sviar áttu seinasta álopið í dystinum, har Føroyar høvdu eina útvísing, og teir skoraðu í seinasta sekundinum til 22-2.
Føroyar møta Kroatia í morgin kl. 12 føroyska tíð. Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin Svøríki – Føroyar:
5 min. 3-4
10 min. 4-6
15 min. 7-10
20 min. 8-14
25 min. 11-16
30 min. 15-18
35 min. 18-20
40 min. 22-21
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 5
Jákup Egholm 5(3)
Pauli Rasmussen 4
Magnus Árason 4
Lýðar í Dímun 2
Jón Midjord 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald