Hondbóltur

U19-menninir sigraðu á Niðurlondum

Føroyar vunnu í morgun fyrsta dystin í European Open 22-20.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2025-06-30 13:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroysku U19-menninir løgdu í morgun fyri við sigri í fyrsta dystinum í European Open-kappingini í Svøríki.

Føroyar vunnu 22-20 á Niðurlondum eftir hálvleiksstøðuna 14-10 til Føroyar, skrivar Hondbóltssambandið.

– Føroyar settu seg á dystin frá byrjan. Flytførða álopsspælið koyrdi væl, og komu okkara lætt til góðar kjansir. Hóast verjuspælið ikki var heilt í topp, so hildu okkara niðurlendingum niðri á 10 málum. Innleiðandi dystirnir í European Open eru 2×20 minuttir, har Føroyar skulu spæla tveir dystir í dag. Føroyar vóru frammanfyri 14-10 í hálvleikinum.

– Okkara vóru ikki heilt eins neyvir í seinna hálvleiki, og Niðurlendingar minkaðu um málmunin niður í eitt mál. Bjarni Gunnarson Jacobsen kom inn í føroyska málið og hevði fleiri góðar bjargingar. Okkara øktu aftur um munin og var sigurin sum so ongantíð í vanda.

Dystargongdin
5 min. 5-3
10 min. 9-5
15 min. 12-7
20 min. 14-10
25 min. 16-13
30 min. 17-16
35 min. 19-16
40 min. 22-20

Málskjúttar hjá Føroyum
Pauli Rasmussen 7
Jákup Egholm 5 (3)
Fríði í Innistovu 3
Erling Erlendsson 2
Magnus Árason 2
Rúnar Hammer 1
Haraldur Karlsson 1
Brandur Hansen 1 (1)

Seinni í dag spæla Føroyar ímóti Finnlandi. Tað verður klokkan 16.45. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder