Annað

U19 menninir skulu spæla um bronsu

Føroyar - Danmark 1-3 (17-25, 19-25, 25-16, 11-25).

2025-10-25 13:01 Author image
Innsent
placeholder

Føroysku U19 menninir leiktu til tíðir sera væl ímóti einum sterkum donskum liði. Teir megnaðu tó ikki at vinna.

Eftir dystin í morgun ímóti Danmark er greitt, at føroysku U19 menninir í morgin skulu leika um bronsuna. Hesin dysturin verður ímóti Onglandi ella Íslandi.

Sí eisini: U19-kvinnurnar spældu seg í finaluna

Ikki kann sigast annað enn, at ungu føroysku flogbóltsleikararnir hava reist seg aftur eftir veiku byrjanina ímóti Íslandi. Mótstøðan í dag var munandi sterkari enn í undanfarnu dystunum og føroyska liðið gav donsku leikarunum harða mótstøðu - fyri tað mesta.

Bronsudysturin verður sunnudagin kl. 13.00.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder