Annað

U19: Ongland, Ísland og Danmark vitja í Havn um vikuskiftið

Mett verður, at føroysku flogbóltslðini hava møguleikar at vinna seg í finalurnar í fýra-landa kappingunum á heimavølli.

Eisini í fjør spældu ungar kvinnur og ungir menn, úr Føroyum, Danmark, íslandi og Onglandi, kapping á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Eisini í fjør spældu ungar kvinnur og ungir menn, úr Føroyum, Danmark, íslandi og Onglandi, kapping á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-22 11:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í oktober í fjør, verður verður ein spennandi U19 NEVZA kapping í høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið

NEVZA er norðurevropiska flogbóltsøkið hjá Evropisku flogbóltssamgonguni, CEV.

Flogbóltssambandið skrivar, at tað eru tey ið meta, at bæði føroyska liðið hjá kvinnum og føroyska liðið hjá monnum í ár hevur møguleika fyri at vinna seg í finaluna í kappingini.

- Orsøkin er eitt samanfall av árgangum, har leikarar, sum nú hava verið við á U17 og U19 liðunum í nøkur ár nú eru komnir at síðsta árið í hesum aldursbólkum og tí verða mettir at vera rættuliga sterkir, í mun til leikarar úr hinum londunum. 

Spennandi liðini og skráirnar - frá fríggjamorgni til sunnukvøld

Tað eru Danmark, Ísland og Ongland, sum vitja. Av hesum má Danmark metast at vera vanliga sterkast.

Høvuðsvenjarin hjá U19 monnum, Boban Ilic, og hjálparvenjarin, Oleksandr Dmytriiev, hava úttikið hesar tólv spælararnar:
[object Object]

[object Object]
Føroyingar í dystimóti Stórabretlandi  í kappingini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Somuleiðis hevur Ciro Zoratti, sum er høvuðsvenjari hjá U19 kvinnunum saman við hjálparvenjarunum Daria Burrows og Mileta Vesovic útikið hetta kvinnuliði:

[object Object]

Spælt verður fríggja-, leygar- og sunnudagin í høllini á Hálsi. Hvørt lið spælir fýra dystir - skráirnar síggjast niðanfyri: 

Kvinnur: 

[object Object]
Menn

[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder