
Hetta vikuskiftið spæla føroysku U17- og U19-kvinnurnar venjingardystir móti Íslandi. Leygardagin spældu U19-kvinnurnar fyrra venjingardystin, sum Ísland vann tepurt 26-25.
Talan var um ein javnan dyst, har munurin ongantíð var meira enn trý mál, skrivar Hondbóltssambandið.
– Bæði liðini spældu við høgari leikferð og var sum heild talan um ein góðan og fyri tað mesta vælleiktan dyst. Føroyar vóru betri størsta partin av fyrra hálvleiki, men kom Ísland uppá javnt til hálvleiks, 12-12.
– Ein kann freistast at siga, at Føroyar taptu dystin fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, har risastórir málmøguleikar vóru brendir ferð eftir ferð. Okkara komu tó so líðandi afturíaftur og vóru frammanfyri 25-23 tá fimm minuttir restaðu. Okkara gjørdu tó nøkur mistøk og brendu seinasta løtuna og sigurin glapp til Íslands, 26-25.
Málskjúttar hjá Føroyum
Silja Geirsdóttir Eystberg 6 (1)
Joan Rúnadóttir Johansen 4
Rakul Borgarlíð Joensen 4
Marta Agnarsdóttir Højgaard 3 (2)
Ró Reginsdóttir 2
Mira Bendix Laursen 2
Rakul Christiansen 1
Sára Berg á Lag 1
Agatha Kjærbæk Djurhuus 1
Marjun Kristina Jansdóttir 1
Liðini møtast aftur í dag klokkan 16 í Høllini við Streymin. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald