Føroyar hava aftur framt eitt flott endaspæls-avrik og úrslit.
Føroysku U20 kvinnurnar spældu í dag annan HM-endaspælsdystin í Kina, og hann endaði við, at Føroyar knógvaðu ein 23-22 sigur móti sterku hondbóltstjóðini Kroatia.
Sum úrslitið sigur, var tað serliga í verjupartinum og í málinum, at dysturin varð avgjørdur: Gylta Djurhuus á Neystabø stóð fyrst væl, og síðani kom Maria Beder inn við týðandi bjargingum og stóð við heili 43 í bjargingarprosenti seinasta partin av dystinum. Verjan, kanska serliga miðverjan, var eisini sum heild stinn, og føroyska liðið sýndi góðan stríðsvilja í 60 minuttir.
![]()
![]()
Álopið koyrdi væl í 1. hálvleiki, har Føroyar skoraðu 14 mál. Føroyska liðið fekk bjóðað av við sínari ferð og dygdum annars. Serliga gingu Silja Geirsdóttir Eystberg og Rakul Borgarlíð Joensen á odda við seks málum hvør. Silja Eystberg varð eisini kosin dagsins spælari.
Silja heiðrað fyri avrikið (Mynd: IHF / Kolektiff / Sasa Pahic Szabo)
Gylta Djurhuus á Neystabø (myndin) og Maria Beder høvdu týðandi bjargingar
Føroyar á odda við trimum í steðginum, og tá málturkur var eina góða løtu í 2. hálvleiki, var verjuparturin stinnur. Føroysku kvinnurnar megnaðu at halda høvdið kalt og eisini skora neyðugu málini móti endanum.
Joan Johannesen noyddist út við skaða, og tað var Mira Bendix Laursen, sum skoraði avgerandi málið, tá nøkur fá sekund vóru eftir.
23-22 og føroyskur fagnaður í Kina: Tvey flott HM-stig í hús.
![]()
![]()
![]()
Mynd: IHF / Kolektiff / Sasa Pahic Szabo
Seinasti bólkadystur verður móti á pappírinum sterkasta liðnum í bólkinum, Noreg, leygarmorgunin klokkan 9.15. Føroyar skulu mest sannlíkt hava stig fyri at vinna seg víðari úr bólkinum.
Tøl frá dystinum niðanfyri frá HSF/IHF
Meira seinni
---------------------------------
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald