Hondbóltur

U20-kvinnurnar skulu spæla um 23. pláss

Argentinar vunnu í dag 30-24 eftir 17-12 í hálvleikinum – Seinasti dysturin hjá Føroyum verður í morgin kl. 04.45, føroyska tíð.

(Mynd: IHF / Kolektiff)

(Mynd: IHF / Kolektiff)

2026-07-02 12:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: Okkara megnaðu ikki, í nóg stóran mun, at steðga vælvaksnu langskjúttunum hjá Argentina, sum vunnu 30-24, eftir 17-12 í hálvleikinum.

Tað var Argentina, sum løgdu seg á odda og setti seg á dystin frá byrjan.

Liðið hevði fleiri høgar langskjúttar, sum kundu skjóta langt útifrá, og tær skutu væl. Føroyar hingu tó væl í, og vóru tað serliga Silja Geirsdóttir Eystberg og Rakul Borgarlíð Joensen, sum vóru eyðsýndar í fyrra hálvleiki. Tað vóru bert tær báðar sum gjørdu mál, ávikavist 7 og 5 í part.

Føroyar høvdu ein laka løtu um miðjan hálvleik, har ov nógvar tekniskar villur kostaðu og Argentina kom fram um við 6, áðrenn okkara minkaðu aftur. Liðini fóru til hálvleiks við 17-12 til Argentina. Hóast Føroyar vardu væl frá byrjan í seinna hálvleiki, so høvdu okkara ilt við at gera mál. Tað var serliga á vengrunum, har úrtøkan var verri enn vanligt í dag, og tað gingu eisini heili 42 minuttir av dystinum, áðrenn annar leikarin enn Silja og Rakul fingu mál.

Seinni hálvleikur var tó meira javnur enn fyrri, men endaði dysturin 30-24 til Argentina.

Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin besti leikari í dystinum í dag.

Silja hevði veruliga innstillað kanónina í dag. Hon gjørdi heili 13 mál uppá 15 royndir, harav 9 uppá brotskøst.

Seinasti dysturin hjá Føroyum verður í morgin kl. 04.45, føroyska tíð. Tá spæla Føroyar um 23. plássið av teimum 32. Dysturin verður móti Algeria.

Dystargongdin Argentina – Føroyar:
5 min. 2-1
10 min. 6-3
15 min. 8-6
20 min. 13-7
25 min. 14-10
30 min. 17-12
35 min. 17-12
40 min. 20-13
45 min. 21-16
50 min. 24-20
55 min. 27-23
60 min. 30-24

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 13 (9)
Rakul Borgarlíð Joensen 7
Mira Bendix Laursen 3
Asta Sofía Finsdóttir Hansen 1

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 35 min. 5 bjargingar, 22%
Maria Beder 25 min. 1 bjarging, 10%

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder