Fótbóltur

U21: Finala um FM verður við Løkin í kvøld

NSÍ skal vinna, meðan steypavinnararnir úr HB hava nóg mikið við javnleiki í útsetta og avgerandi dystinum.

HB vann steypakappingina hjá U21 fyri mánaði síðani. Nú hava havnarmenninir møguleika at vinna greipuna (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

HB vann steypakappingina hjá U21 fyri mánaði síðani. Nú hava havnarmenninir møguleika at vinna greipuna (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2019-10-22 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vann AB eitt uppiborið meistaraheitið í U21-deildini. Í ár hava HB og NSÍ verið sterkast, og nú bæði liðini hava ein dyst eftir, stendur FM ímillum tey. Bert eitt stig skilur liðini, og steypavinnararnir hava fyrimunin – HB: 28 stig, NSÍ: 27 stig

Dysturin skuldi verið leiktur fyri fleiri vikum síðani, men beint áðrenn dómarin skuldi bríksla í gongd við Løkin, gingu ljósini fyri. Síðani er dysturin fluttir í fleiri førum, og bæði liðini hava verið ónøgd um hetta. Hetta skrivar bolt.fo

FM-finalan varð útsett so seint sum í gjár. Hetta var helst ikki nøkur serlig ónøgd við í NSÍ ella HB, tí tað var ikki spælandi vegna veður við Løkin. Ístaðin verður tað í kvøld, at alt skal avgerast, og lagt er upp til ein sera spennandi dyst. Fyrsta bríksl er klokkan 19.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder