Upprunaliga skuldu Føroyar ikki vera við, men avboð frá Ný Sælandi tryggjaði, at Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir fáa ein seinasta dans saman á U-landsliðunum.
04- og 05-árgangirnir hava verið til endaspøl í 2022, 2023 og 2024. Seinni í mánaðinum gongur leiðin til Póllands, har Føroyar skulu royna seg í HM-endaspælinum.
Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 spælararnir til U21 HM-endaspælið:
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen (SUI)
Vinstri vengur:
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgri vengur:
Niklas Gaard, Kyndil
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Bakkar:
Óli Mittún, GOG (DEN)
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF (DEN)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF
Navnið á feløgunum er tað, sum spælararnir, sum nú er í øllum førum, skulu spæla við eftir summarsteðgin
Málverjavenjari er Mladen Mjerimacka, fysioterapeut Durita Rouch og liðleiðari Høgni Vilhelmsen upplýsir Hondbóltssamband Føroya.
Í hópinum eru fastir A-landsliðsspælarar - ein av teimum ein heilt stórur profilur har, og profilar í føroysku kappingini. Høgni Heinason, sum var skaddur til HM-endaspælið fyri U19-landslið í 2023, varð korsin ársins spælari og ársins ungi spælari fyri júst farna kappingarár.
Jákup Egholm hevur verið við til seinastu endaspølini hjá hesum árgangunum. Hann er tó føddur í 2007, og hesaferð skal dugnaligi vinstri vongurin úr Hoyvík "bert" hugsavna seg um U19 HM.
Hjalti Mohr Jacobsen, hjálparvenjari á A-landsliðnum, saman við Djóna Gaard Joensen, sum til dagliga er venjari hjá H71 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Í spennandi bólki
32 lið luttaka í kappingini, sum verður hildin í Póllandi í døgunum 18. – 29. juni. Fýra vertsbýir eru: Plock, Sosnowiec, Katowice og Kielce. Føroyar spæla innleiðandi umfarið í Katowice.
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki. Føroyar skulu spæla móti trimum øðrum evropeiskum londum, har tað ikki burdi verið serliga stórur munur á
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 18. juni kl. 13.00 Norðurmakedonia – Føroyar
Hósdagin 19. juni kl. 10.45 Føroyar – Ísland
Leygardagin 21. juni kl. 10.45 Rumenia – Føroyar.
Mótstøðuliðini hjá Føroyum endaði soleiðis til EM-endaspælið í 2024, Ísland nr. 7, Norðurmakedonia nr. 9 og Rumenia nr. 16. Føroyar blivur tá nr. 18 av teimum 24 luttakandi londunum.
Til ber at lesa meira um kappingina HER
Atgongumerkið til dystirnar hjá Føroyum kunnu keypast á leinkjuni niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald