Hondbóltur

U21: Nú ferðast teir til Polands

Ungu føroysku menninir seta tíðliga seinnapartin mikudagin hol á endaspælið móti Norðurmakedónia. Talan er um spennandi hóp - og ein sterkan bólk.

Ísak Vedelsbøl er stórur profilur í álopi og verju hjá Føroyum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Ísak Vedelsbøl er stórur profilur í álopi og verju hjá Føroyum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2025-06-16 13:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú seinnapartin fer ferðalagið við føroyska U21-hópinum úr Føroyum. Fyrst gongur leiðin til Keypmannahavnar, og í kvøld verður flogið víðari suðureftir til Krakow, sum er næststørsti býur í Polandi. Síðani skulu føroysku spælararnir, venjararnir og hjálparfólk koyra í bussi í ein tíma til Katowice.

Tað verður í hesum býnum, við líka undir 300.000 íbúgvum, at Føroyar skulu spæla sínar tríggjar bólkaspælsdystir. Føroyingar halda eisini fram í Katowice fyrstu dagarnar í næstu viku - líkamikið um liðið kemur víðari til meginumfarið ella skal spæla President's Cup.

[object Object]
Føroyski U21-hópurin (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroyska ferðalagið kemur seint uppá pláss í kvøld. Síðani snýr tað seg um hvíld og tær seinastu fyrireikingarnar undan fyrsta HM-dystinum. Hann verður mikudagin klokkan 13 føroyska tíð móti Norðurmakedónia.

Hini liðini í bólkinum eru Ísland og Rumenia. Um hetta ikki er tann sterkasti av teimum átta HM-bólkunum, so er tað heilt nær við. Føroyar tóku plássið hjá Ný Sælandi, sum var lægst styrkismett.

Harvið fýra evropeisk lið sum burdu verið rímiliga javnt sterk. Tvey lið koma víðari úr hvør sínum bólki.

Sí eisini: Seinasti dansurin hjá 04- og 05-árgangunum verður í Polandi

Føroyar hava tríggjar A-landsliðsspælarar í hópinum, sum eru yrkisspælarar uttanlands: Aleksandar Sasha Lacok, Ísak Vedelsbøl og Óla Mittún. Eisini er Búi Djurhuus Poulsen, sum er partur av liði í fremstu donsku deildini, í hópinum 

Annars eru fleiri spælarar profilar á sínum liðum í fremstu føroysku deildini, og ársins spælari í Burn-deildini 2024/2025, Høgni Heinason, er millum nøvnini.

Føroyski hópurin til HM-endaspælið:

Málverjar.
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen (SUI)

Vinstri vengur:
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Kyndil
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Bakkar:
Óli Mittún, GOG (DEN)
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF (DEN)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Venjarar: Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen

Navnið á feløgunum er tað, sum spælararnir, sum nú er í øllum førum, skulu spæla við eftir summarsteðgin
 
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 18. juni kl. 13.00 Norðurmakedonia – Føroyar
Hósdagin 19. juni kl. 10.45 Føroyar – Ísland
Leygardagin 21. juni kl. 10.45 Rumenia – Føroyar

Portalurin verður á staðnum til dystirnar í Polandi.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder