Hondbóltur

Umleið 4.800 føroysk atgongumerki í fyrstu syftu

Fleiri av hesum eru tó longu farin til ferðaskrivstovur og annað. Sølan til bólkaspælsdystirnar byrjar í morgin, mikudagin 21. mai klokkan 10 - HSF leggur leinkju og kotu út.

Føroyingar fara aftur at fylkjast um manslandsliðið til eitt EM-endaspæl næsta januar. Tað eru beint undir 5.000

Føroyingar fara aftur at fylkjast um manslandsliðið til eitt EM-endaspæl næsta januar. Tað eru beint undir 5.000 "føroysk pláss" í høllini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-20 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM-plássið varð tryggjað fyri tólv døgum síðani, fyri fimm døgum síðani fingu Føroyar eitt fínt lutakast í Herning, og í morgin, mikudagin 21. mai koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu.

Hondbóltssambandið kunnar um, at í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Verða øll pakka-atgongumerkini ikki seld, koma dagsatgongumerki til sølu seinni.

Dystirnir í bólkinum hjá Føroyum liggja soleiðis
Fríggjadagin 16. januar 2026
20.30: Føroyar – Sveis

Sunnudagin 18. januar:
18.00: Føroyar - Montenegro

Týsdagin 20. januar: 
Slovenia - Føroyar

Sølan gongur gjøgnum Hondbóltssamband Føroya, sum skrivar soleiðis um mannagongdina.

- Mikudagin, 21. mai, klokkan 10.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir tøppa kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar.

- Til ber í mesta lagi at keypa 10 atgongumerki á gangin. Børn til og við 3 ár nýtast ikki atgongumerki um tey sita hjá einum vaksnum. Fólk í rullistóli kunnu keypa atgongumerki her, fylgjari er íroknaður.

Sí eisini: Við sterkari føroyskari áskoðarafjøld í rygginum

Møguliga heldur fá atgongumerki
Tað er eingin ivi um, at tað er ógvuliga stórur áhugi fyri EM-endaspælinum millum føroyingar. 

Tað eru í løtuni pláss til umleið 8.500 fólk í Unity leikhøllini í Bærum, og Føroyar hava, í fyrstu atløgu, fingið tillutaði sløk 4.800 atgongumerki.

Hetta er talið, sum HSF hevur kunnað um í dag. Tað eru tó nógv av hesum atgongumerkjunum, sum longu eru farin - millum annað til ferðaskrivstovur.

- Talan er um øll atgongumerkini í hesum bólkum (sí mynd niðanfyri). A blátt, B blátt, B vínreytt, 100, 103, 104, 105, 106, 107, 200, 203, 204, 205, 206 og 207. Eru ávís setur í hesum bólkum ikki tøk, tá tit klikkja á, er tað tí at tey er bíløgd av føroyskum ferðaskrivstovunum, tillutaði stuðlum hjá HSF ella seld.

[object Object]

Um hini londini í bólkinum ikki selja øll síni atgongumerki, verða fleiri atgongumerki tøk seinni. Hesi vera tøk almenninginum tann 16. september. Verða onnur setur tøk (rættindahavarar, sponsorar o.o) verða hesi tøk 15. oktober, skrivar Hondbóltssambandið.

Tað er fleiri, sum ikki keypa gjøgnum ferðaskrivstovur og annað. Tað eru hesi, sum í morgin skulu tryggja, at tað fáa atgongumerki til sjálvar dystirnar.

Sølan av flogferðaseðlum hjá Atlantic Airways tur/retur til Oslo byrjar eisini í morgin, mikudagin 21. mai. Hetta klokkan 10 - samstundis sum dystaratgongumerkini koma til sølu.

24 flogtúrar verða gjørdir til Oslo í døgunum - og tímunum - upp til fyrsta dystin hjá Føroyum. Umleið 1.200 ferðaseðlar við Norrønu skulu eisini settast til sølu í morgin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder