Hondbóltur

Undir ein vika til HM-endaspælið

Føroyar leggja fyri móti Montenegro mikukvøldið 26. november. Hópurin fer av landinum mánamorgunin, men áðrenn er millum annað venjngardystur á skránni í Føroyum.

Í gjár vitjaði HM-hópurin í Stranda skúla. Eftir nakrar venjingar og vitjanir saman verður nú skrúvað upp í HM-fyrreikingunum (Mynd: Sverri Egholm)

Í gjár vitjaði HM-hópurin í Stranda skúla. Eftir nakrar venjingar og vitjanir saman verður nú skrúvað upp í HM-fyrreikingunum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-20 10:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski HM-hópurin hevur verið saman síðani mánadagin seinnapartin, og nú byrjar av álvara at nærkast til søguliga HM-endaspælið í Týsklandi.

Fyrsta uppgávan verður móti Montenegro mikudagin 26. november. Hetta er eitt lið, sum føroysku kvinnurnar nærum júst hava spælt ímóti: Fyri beint yvir einum mánaða síðani í EM-undankappingardysti við Tjarnir.

Montenegro er ett fast topp-10 land í heiminum og javnan hægri, men føroyingar spældu ein flottan fyrra hálvleik við Tjarnir (14-14). Tað eydnaðist tó ikki at halda stásið við líka í 2. hálvleiki.

Sí eisini: Megnaðu ikki at halda spenningin við líka móti Montenegro

[object Object]
Súna Ktossteig Hansen og hinar skulu aftur stríðast móti Montenegro í HM-endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið av Balkan, við stóru kropsligu styrkini, er styrkismett hægst í okkara bólki. Síðan kemur Spania, ið eisni verður ein stórur biti. Liðið av iberisku hálvoynni hevur føroyska A-landsliðið við kvinnum ikki hitt áður.

Soleiðis er eisini við Paraguay. Suðuramerikanska landið er lægst styrkismett í bólkinum - undir Føroyum - og er í fimm HM-royndum ikki komið víðari úr bólkaspælinum. Hetta verður helst lykladysturin.

Dystarskráin til HM-bólkaspælið í Trier:
Mikudagin 26. nov kl. 19.30: Montenegro – Føroyar
Fríggjadagin 28. nov kl. 19.30:
 Spania – Føroyar
Sunnudagin 30. nov kl. 14.30:
 Føroyar – Paraguai

Trý av teimum fýra liðunum koma víðari til meginumfari í Dortmund. Aftasta liðið fer til sonevndu "President's Cup".

Sí eisini: Kvinnulandsliðið vitjað í Stranda skúla (myndir)

Claus Mogensen og liðið hava fleiri ting á skránni, áðrenn man aftur skal royna seg móti Montenegro. Føroyska liðið spælir venjingardyst móti dreingjaungdómslandsliðið við Tjarnir í kvøld, og leygarkvøldið klokkan 19 vitjar Íslands við Tjarnir.

Venjingar vera hinir dagarnar, og mánamorgunin 24. verður kósin sett móti fyrst Luksemborg og síðan Trier.

Leygarkvøldið 22. november klokkan 19.00 við Tjarnir
Føroyar - Ísland (Venjingardystur)

FM1 sigur frá dystinum, Portalurin verður eisini á staðnum, og hava vit ymiskt tilfar í næstu døgunum og sjálvand nógv á staðnum í Týsklandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder